Send fyrispurning um Starvsfólkadag á burn@burn.fo

Starvsfólkadag:
Mangla tit eitt stuttligt ískoyti til ráðleggingardagin, jólafrokostin ella summarveistluna?

Latið okkum í Burn Fitness hjálpa til at skipa fyri eini minniligari løtu saman við tykkum. Saman við okkara dugnaligu venjarum í Burn fáa tit óivað eina ógloymandi løtu til svingandi og lívligar tónar á dansigólvinum, á stepbonkinum ella svingandi runt á stongini.

Vit bjóða undirvísing í Poledance, har tit sleppa at royna tykkara mørk og læra ymsik kynstur á stongini. Vit kunnu læra tykkum ein dans í einhvørjum stíli eftir ynski - country, hip-hop, 80ara ella okkurt heilt annað. Bert hugflogið setir mørkini! Ella kunnu tit royna motorikkførleikan til høga tempoið í Zumba og Step, ímeðan lívligir tónar fær humørið í top.

Møguligt er eisini bíleggja ein venjara to-go um tit ynskja okkara undirhaldandi tænastu aðrastaðni enn í Burn hølinum

Sendi okkum ein fyrispurning á burn@burn.fo - so finna vit tann rætta venjaran til tykkara dag

 

Hvør er venjari?
Barba Jansdóttir, undirvísir í Poledance
Nathalie Agyekum, undirvísir í Zumba og step

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Tíðspunktið verður avtalað við venjaran
· Tit velja sjálvi um íkastið skal verða í Burn Fitness ella kann venjarin bíleggjast út av húsinum.

Send okkum ein fyrispurning um Starvsfólkadag á burn@burn.fo og vit venda aftur sum skjótast!

 

 

 

Hent at vita áðrenn ein poledance tíma:
- vit venja í shortsi og berum ørmum
- havið eitt lítið handklæði við
- tú skalt helst ikki hava brúkt krem/body lotion sama dag

Poledancetímin er uml. 30 min