Hevði tú tikið av?
Um tú visti, at tú vart tryggjað/ur at síggja úrslit við tíni venjing og at røkka tínum málum, hevði tú so tikið av?
Sum tín persónligi venjari, er tað mín upgáva, at tryggja tær, at tú røkkur tínum málum. At tryggja tær úrslit við tíni venjing, óansæð hvat mál tú hevur. 

Ert tú tilreiðar?
Tí eg eri, um tú ert!
Um tú vilt:
- tapa teg 5, 10, 20+ kilo?
- byggja sjónligt størri vøddar júst har á kroppinum, tú ynskir?
- minkað um stress, negativar kenslur, og økja um títt sjálválit?
- ella bara koma í betri form, kanska tann besta formin tú nakrantíð hevur verið í? 

Hvør ert tú?
Óansæð hvør tú ert, so kann eg hjálpa tær. Tú kanst vera:
- kvinna ella maður
- ungur ella eldri
- ítróttarfólk ella ikki
- ov tjúkkur ella ov klænur
- fullkomiliga óroyndur innnan kropsliga venjing
- ella okkurt heilt annað.  

Hvar skalt tú byrja?
Um tú ikki ert heilt vís/ur í hvar tú skalt byrja, ella hvussu tú gert, so byrja við at seta teg í sambandi við meg. Tú kanst skriva, ringja ella bíleggja eitt prát og hoyra nærri. Tað kostar onki. Eg eri 100% vísur í at eg kann hjálpa tær við tínum málum.  

Hvør er Hallur?
Hallur Simonsen, 26 ára gamal, og kemur úr Hoyvík. 
Sum 14 ára gamal royndi Hallur seg fyri fyrstu ferð innan styrkivenjing, og hevur verið bitin av tí líka síðani. 

Sum ungur hevur Hallur íðkað frælsan ítrótt, men valdi at steðga aftaná Oyggjaleikirnir í 2015.
Hallur steðgaði tó ikki við kropsligari venjing, tí aftaná frælsa ítróttin hevur hann fingist við fitness. 

Í apríl 2022 bleiv hann útbúgvin sum persónligur venjari ígjøgnum International Sports Science Academy (ISSA).
Hóast hann nýligani er útbúgvin sum persónligur venjari, so hevur hann fingist við persónliga venjing í meiri enn 8 ár. Hann hevur arbeitt sum styrkivenjari hjá eitt nú ungdómsliðum og besta kvinnuliðinum hjá H71. 

Hjálpt hópatals av fólki við alskyns málum sum t.d. at tapa seg, byggja vøddar, gerast sterkari, og at orka meira. Eisini hevur hann veri við frá byrjan, tá ið Burn Fitness lat upp á fyrsta sinn. Her hevur hann starvast sum venjari og starvsfólk, í ymisk tíðarskeið. Persónlig venjing er og hevur veri eitt frítíðarítriv hjá Halli. Ein passión. 

Mínar royndir
Eg havi hjálpt 100-tals av fólkið við teirra lívsstílsbroytingum. Vitan og royndir, sum tey altíð fara at hava. Endamálið er ikki einans at læra teg, hvussu tú venur fram móti tínum málum - meiri umráðandi enn tað, er at útbúgva teg innan kost og venjing, soleiðis, at tú sjálvstøðug/ur kanst halda áfram aftaná, at vit enda okkara samstarv. Vit ‘skræddaraseyma’ tær eina venjingarætlan, ið skapar úrslit og sum passar til tín gerandisdag.
Tað er tað, eg geri sum persónligur venjari: Eg hjálpi fólki at skapa úrslit, ið tey leita eftir, við at læra tey, hvussu tey skulu venja og eta. Soleiðis, at tey kunnu byggja vøddar, styrki, brenna feitt og føla seg sjálvsikkur og sjálvstøðug. 

Samband
Set teg í samband við meg í dag. Tað verður ikki lættari í morgin, næstu viku ella næsta mánaða.
Tú kanst venda tær til tlf. nr.: +298 250333, ella til teldupost: upgrade.hal@gmail.com ella við at venda tær til Burn Fitness. 

(Tú skalt ikki føla teg pressaðan til at arbeiða saman við mær, um tú velur at skriva, ringja ella um vit taka eitt prát. Eg vil einans hjálpa tær finna tað røttu loysnina fyri teg. Og um tað ikki er júst tað tú ímyndaði tær at tað fór at vera, so ynski eg tær onki annað enn góða eyndu víðari. Og at eg hopi at tú finnur tað loysn tú sóknast eftir!)