Kettle Burn:
Kom við til ein øðrvísi tíma við kettlebells.

Kettleburn er ein stuttligur liðtími, sum leggur høvuðsdentin á puls - og styrkivenjingar við kettlebell sum amboð. Hesir 45 min. umfata samansettar venjingar fyri allan kroppin og verða gjørdar uppá tíð.

Pulsurin er høgur og kroppurin sleppur veruliga at arbeiða, tá venjingarnar kunnu verða avbjóðandi fyri bæði balansu og koordinatión.

Dámar tær at gera øðrvísi venjingar, venjingar uppá tíð og við fleiri endurtøkum, er Kettleburn júst tímin fyri teg.

Gleði meg at síggja tykkum.

"ALLAN DAGIN +"
Hevur tú limahaldið "ALLAN DAGIN +" er Kettle Burn íroknað.

Fyri at tryggja tær eitt pláss, skalt tú rita inn og leggja eitt pláss av til hendan tíman. Melda til á lættasta hátt við at trýsta á tann reyða knøttin, sum eitur "Rita inn," niðanfyri myndina.

Brúkari: tín teldupostur.
Loyniðorð: bleiv upplýst við upprættan av limahaldi.

GG:
Hevur tú gloymt títt loyniðorð, kanst tú ringja til Burn á
+298 299900 og fáa tað upplýst.

Vit eru at hitta hesar tíðir:
Mándag - hósdag Kl: 5:30 - 22:00
Fríggjadag Kl 5:30 - 20:00
Leygardag - sunnudag Kl: 9:00 - 20:00

UMRÁÐANDI AT BOOKA, FYRI AT TRYGGJA SÆR PLÁSS!