Titan Life PRO R92 - Rógvimaskinan til heimavenjing:

R92 er heimaútgávan av teimum kendu Concept 2 rógvimaskinunum. Tær eru nærum tær somu, tó R92 er meira til heimabrúk og er munandi bíligari at keypa.

Tað er lítil góðskumunur á Concept 2 og R92. Concept 2 eru framleiddar til venjingarmiðstøðir og eru tí eitt vet slitsterkari, enn R92. Hetta er ikki nakað, sum ein heima-brúkari merkir.

Ein R92 tolir væl at vera nýtt eini 5 tímar dagliga, meðan Concept 2 klárar tað dupulta. Eitt vanligt heimabrúk nýtir sjálvdan allar hesar tímarnar dagliga.

Til hesa nýtslu merkjur man tí ongan mun á eini Concept 2 og R92, uttan ein stóran prísmun. Ein R92 er umleið 3.000,- bíligari, enn ein Concept 2.

Heimsmarknaðurin:

Vegna Corona, ið hevur gjørt um seg um allan heimin, er tað nærum ógjørligt at fá hendur á rógvimaskinum í løtuni. Allar goymslur eru so at siga tómar og eingin veitari liggur inni við hesum maskinum í løguni. Væntast kann, at tað gongur líka til enda av 2021, árðenn marknaðurin aftur er stabilur. Høgi eftirspurningurin hevur somuleiðis trýst prísin mundandi upp.

Burn hevur megna at fáa fatur á nøkrum rógvimaskinum. Hesar koma heim tann 14. mars 2021. Tær verða allar seldar, áðrenn tær koma heim og nøgdin er avmarkað - tað er so at siga "først til mølle"

Um tú ynskir at fáa eina maskinu av tí fyrstu sendingini, kanst tú skriva mail til berg@burn.fo.

Nærlýsing:
Longd: 244 cm
Breidd: 61 cm
Hædd: 36 cm (upp til setur)
Hædd: 137 cm (til top á trumlu)
Vekt: 26 kg

Skíggin:
Skíggin nýtir 2 D-Cell battaríðir, men fær streym frá maskinuni, ímeðan tú rør so, at battaríðini halda longri.

Hámarkið:
Ein PRO R92 rógvimaskina er kannað og góðkend til fólk, ið viga upp til 227 kg.

Goymslu stødd:
Samanpakkað kann hon goymast í einum skápi o.l.
Mát: 63,5 cm - 83,8 cm - 137,2 cm

Fluttningur:
Kassin, hon er pakkað í er hesa stødd:
Mát: 38 cm - 55 cm - 142 cm
Vekt: 32 kg.

Fá samband:
Ynskir tú at hoyra nærri, kanst tú skriva ein teldupost til berg@burn.fo

Berg vendur skjótt aftur og kann svara møguligum spurningum.

Burn Snarlán:
Burn bjóðar nú saman við Betri banka fígging til útgerð.

Ynskir tú at keypa eina Concept 2, men hevur ikki tøkan pening í løtuni, er møguleiki at fáa eitt snarlán.

Tað er sera einfalt og skjótt at avgreiða. Tú hevur svar innan 30 min. um tað er í arbeiðstíð bankans. Um vit senda inn um kvøldið, fáa vit svar tíðliga morgunin eftir.

Allar umsóknir verða gjørdar við Berg og eru í trúðnaði.