Persónlig venjing

Berg: Íblásturin til Summarklár 2019 er komin frá eini verkætlan, sum eg byrjaði í mai 2017. Eg vildi síggja, hvussu stóra broyting eg kundi gera við einum persóni upp á 6 mánaðar. Eg ynskti eisini at taka myndir, soleiðis at tú kundi síggja ítøkilig úrslit av venjingini.
Allar myndir eru tiknar hjá myndafólki og eru 100% veruligar og ikki viðgjørdar á nakran hátt.

Eitt stuttligt, ið sæst á myndunum, er, at Birita hevur verið og ferðast sunnanfyri í august, tá kroppur hennara blívur serliga brúnur. Hendan verkætlan er 100% verulig!

Tað er givið, at hetta er ikki eitt úrslit, tú kemur sovandi til. Tað krevur ein vilja, og at tú ert til reiðar at útinna tað í verki. Venjingin krevur tíð og orku, somuleiðis er kosturin ein týðandi partur av hesum. Tú kanst vænta at nýta 6 tímar um vikuna upp á venjing. Umframt hetta brúkar tú nokk 30-60 min. dagliga at fyrireika matin til dagin eftir. Men tað verður lættari við tíðini, tá tú kemur meira inn í tingini.

Eg kann tíverri ikki vera við til persónligu venjingarnar, men eg havi sera dugnalig starvsfólk, sum í tøttum samstarvi við meg koma at taka sær av hesum partinum.
Men eg komi persónliga at hava eyguni við hvørjum einstøkum, ið luttekur. Eg fari at fylgja við øllum hagtølum av vektum og tílíkum. Hetta merkir, at tað verður eitt samskifti millum meg og tín venjara, og soleiðis kann eg hava yvirlit, meta um og fylgja við.

Eg havi servitanina og amboðini, og um tú hevur viljan, so klára vit at koma á mál saman!

Samrøða:

Alt byrjar við eini samrøðu, har vit gjøgnumganga Summarklár 2018. Hetta programmið er heldur øðrvísi enn undanfarin programm. Tí er tað umráðandi, at vit gjøgnumganga alt saman, soleiðis at tú veitst, hvussu alt er uppbygt.

Screening:

Vit byrja programmið við at máta feitt-prosentið og taka mát av tínum kroppi. Tann fyrsta screeningin er sjálvandi útgangsstøðið. Vit gera eina screening hvønn mánað fyri at fylgja við, hvat hendir við kroppinum. Vit goyma sjálvandi øll tøl, sum tú fært útflýggjað, tá programmið er liðugt. Hetta er vanliga sera stuttligt at eiga, soleiðis at tú kanst síggja títt megnar úrslit.

Vektareftirlit:

Eina ferð um vikuna viga vit okkum í fitness-sentrinum. Venjarin ella eitt av okkara starvsfólkum vigar teg. Hesi tøl eru eisini nakað, tú fært útflýggjað, tá programmið er liðugt.
Vektareftirlit er neyðugt fyri at fylgja við, hvussu gongdin er. Út frá hesum kann Berg tillaga kostætlanina, um neyðugt. Úrslit skal síggjast!

Kostætlanin:

Í hesum programmi fært tú eina sergjørda kostætlan. Tín screening er ein umráðandi partur av hesum. Út frá hesum tølum roknar Berg tína kostætlan og snikkar hana til tín persónliga.

Venjingarætlan:

Tín venjingarætlan verður gjørd eftir tí støði, tú ert á. Ert tú á byrjunarstøði ella hevur ein skaða, taka vit hædd fyri tí. Somuleiðis um tú ert vand/ur, so fært tú eina meira avbjóðandi venjingarætlan. Aftur her nýta vit screeningina sum útgangsstøði fyri tínari venjingarætlan.'

Liðvenjing:

Hvørja viku er ein liðvenjingartími fastur partur av programminum. Um tú hevur orku til meira enn ein tíma, viðmæla vit, at tú venur eyka.
Tá vit tosa um liðtímar, tosa vit um bæði Burn Klassik á Hjalla og liðtímar í Burn Fitness. Tú hevur fría atgongd til Klassik, so ofta tú ynskir, og allar okkara liðtímar á skránni – Spinning - Kettle Burn - Body Burn – Pilates – Dance-Fit – Tabata – Pilates - Body Burn ella Burn Sirkul.

Limahald:

Íroknað í pakkanum er allan dagin + limahaldið. Tað er pakkin, ið inniheldur hitarúm, gosbað og 10% í okkara juicebarr. Umframt fulla atgongd til okkara liðtímar og Burn Klassik.

Kostnaður:

Niðanfyri sært tú kostnaðin fyri teir ymisku møguleikarnar.
Og longri niðri sært tú ein fíggingarmøguleika.

PAKKI 1: 9.600,-
Útgjaldið er 1605,-, og so er eitt PBS-gjald á 1599,- um mðn. í 5 mðr.

PAKKI 2: 10.500,-
Útgjaldið er 1755,-, og so er eitt PBS-gjald á 1749,- um mðn. í 5 mðr.

PAKKI 3: 11.400,-
Útgjaldið er 1905,-, og so er eitt PBS-gjald á 1899,- um mðn. í 5 mðr.


Fígging:

Sum nakað nýtt kunnu vit bjóða tær møguleika at fáa fígging gjøgnum føroyskan peningastovn. Tú fært svar innan 15 min., tá bankin er opin. Er bankin stongdur, fært tú svar tíðliga morgunin eftir.
Okkara starvsfólk vegleiða teg, hvussu tú sendir tína umsókn inn. Tað er lætt og einfalt, tekur umleið 2 min. at fylla út.  Vit senda tær ein teldupost við svari, um peningastovnurin játtar fígging ella ei. Bankarentan á hesum láni er 1% mánaðarliga.

Dømi:
Pakki 1 kostar 9.600,-
Fígging yvir ávíkavist 12 og 18 mðr.

Velur tú at gjalda lánið yvir 12 mðr. er gjaldið 941,- um mðn.
ÁKP er 36%

Velur tú at gjalda lánið yvir 18 mðr. er gjaldið 646,- um mðn.
ÁKP er 28,3%