Melda til her Byrjar 3. mai 2022

Mammu Burn:
Er ein liðtími fyri mammuna, ið ynskir at stramma upp og styrkja seg eftir barnsburð. Venjingarnar eru lagdar til rættis soleiðis, at tær taka atlit til kroppin eftir ein barnsburð.

Í liðtímanum eru mammur, sum eru í somu støðu sum tú, so her eru pinkubørnini als ikki í vegin. Tey kunnu vera við í venjingunum, liggja á máttu við síðuna av, ella sova í vogni í venjingarhølinum. Alt eftir tørvi. Tú hevur sjálvandi eisini møguleika at koma uttan pinkubarn.

Uppstrammandi venjingar vera gjørdar fyri allan kroppin, har vit nýta styrkjandi venjingar við pilatesbólti, therabandi og TRX Junge Sport útgerðini.

Tónleikurin og ljóðstøðið hóskar til barnið.

Hvør kann vera við?
Vit mæla til, at tær, ið ynskja at luttaka hava verið til 8 vikurs kanning, áðrenn byrja verður við venjing.

Hvør / um venjarin:
Jana er sjálv mamma og hevur drúgvar royndir innan heilsu og venjing. Hon veit ti eisini hvat er umráðandi at taka hædd fyri.

Við hesari vitani kann hon hjálpa tær í gongd aftur á ein skilagóðan hátt

Hvør er venjari fyri Baby Burn?
Jana Ejdesgaard Thomsen

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Venjing er hvønn týsdag og hósdag kl 10:00
· Hvør venjing 60 min.
· Venjingin er í 4 vikur

Avmarkað pláss:
Tað verða avmarkaði pláss - 15 íalt til - hvørt skeið. Jana ynskir at veita eina góða tænastu og vegleiðing til tey, ið luttaka og tí er luttøkan avmarkað.

Kostnaður: 500,-
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.
Tað er ikki ein treyt at vera limur í Burn Fitness

Jana Eidesgaard Thomsen

Jana hevur starvast innan fitness og kost síðani 1986. Hon útbúgvin økonoma og hevur starvast sum kostráðgevi, fitness instruktør, persónligur venjari og havt ymisk lívsstílskeiðir - detox o.l.

Jana leggur serligan dent á at læra hvønn einstakan at venja á rættan hátt soleiðis, at tann einstaki fær sum mest burtur úr.