Leys størv í Burn Fitness
Reingerðarfólk til Burn Fitness í miðbýnum
Vit sóknast eftir einum røskum reingerðarfólki til Burn Fitness í miðbýnum.
Um starvið
Starvið inniber alla almenna reingerð av skiftirúminum í sentrinum.
Starvið snýr seg um 17,5 tímar aðru hvørja viku, og arbeiðstíðin er um kvøldið.
Vit vænta, at tú ert:
- Álítandi
- Ágrítin
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Royndir innan reingerð er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Umsókn og setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmálanum hjá HAK.
Umsókn skal sendast til burn@burn.fo og viðmerkjast Reingerðarfólk. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Natashu B. Tórgarð, HR-leiðari, á telduposti natasha@burn.fo ella á tlf. +298 29 99 02