Tað er eingin binding í okkara PBS limahaldi. MEN, tá ið tú ynskir at strika limahaldið, SKAL hetta gerast skrivliga til burn@burn.fo og áðrenn tann 15. í mánaðinum fyri.

DØMI:
Um eg ynski at strika mítt hald tann 1. februar, skal mín uppsøgn vera inni áðenn tann 15. januar. Vit fáa ikki steðgað gjaldinum, um tað kemur okkum í hendi eftir dato 15.
Tín uppsøgn verður tá ikki virkin, fyrrenn næsta mánað.

GG: Eitt PBS limahald er ætlað sum eitt langtíðarhald. Um haldið verður steðgað innan 3 mðr., verður tað roknað sum eitt vanligt kontant-limahald, og Burn tilskilar sær at krevja aftur fyri munin:
Frá 0-7 vikur verður roknað eftir 1. mðr limahaldi.
Frá 7-12 vikur verður roknað eftir 3. mðr limahaldi.

PAUSA LIMAHALD
Tað er ókeypis at seta haldið á pausu í styttri tíðarskeið. Ynski um pausu skal fráboðast skrivliga á burn@burn.fo

Tíðarskeið fyri pausur er soleiðis:
Limahald 3 ella 6 mðr. í mesta lagi 4 vikur tilsamans, tó í minsta lagi 1 viku í senn.
Árshald ella PBS hald í mesta lagi 3 mánaðir til samans, tó í minsta lagi 1 viku í senn.
Útisetahald, útirásahald og 1 mðr. hald kunnu ikki setast á pausu.

Burn viðgerð bert skrivligar uppsagnir og pausur. Tískil verður peningur ikki afturgoldin í samband við misskyljingar við munnligum fráboðanum.

LIMIR UNDIR 16 ÁR
Fyri limir, sum eru undir 16 ár og sum ynskja at tekna sær PBS hald, krevst samtykki frá foreldri/verja.
Samtykki skal gevast skrivliga í móttøkuni í Burn Fitness, áðrenn haldið verður teknað.

Treytir fyri sølu og bílegging á www.burn.fo

Burn.fo er nethandilin hjá Burn Fitness. Á burn.fo kanst tú stovna tær venjingarhald og/ella keypa útgerð, klæðir, orkudrykkir o.a.

Tú kanst avgreiða keyp av vørum og tænastum alt fyri eitt ella tú kanst velja afturvendandi veiting. Prísurin á vørum og tænastum er upplýstur undir hvørjari vøru/tænastu.

Í summum førum verður eitt avgreiðslugjald lagt afturat prísinum. Hetta verða kundar upplýstir um áðrenn bílleggingin fer ígjøgnum, soleiðis at kundin kann taka støðu til áljóðandi upphæddina.

Vit royna altíð at tryggja okkum, at vørur sum vit veita, eru fullkomnar. Skuldi tað hent seg, at vøran er skødd við komu, fært tú peningin afturgoldnan.

Goldið verður við gjaldskortið ella kontonummari (PBS) á burn.fo. Er veitingin afturvendandi, verður goldið hvørja ferð nýggj veiting fer fram sambært avtaluni.

Afturvendandi avtalur kunnu sigast upp við freist á tvær vikur áðrenn tann 15. í hvørjum mánaða. Dømi: ynskir tú at siga títt limahald upp áðrenn septembur mánaða, skalt tú steðga haldinum áðrenn 15. august. Hetta verður gjørt við at senda ein teldupost til burn@burn.fo Kundin ábyrgist í tráð við uppsagnartreytirnar.

Tað er møguligt at steðga afturvendandi veitingum í styttri tíðarskeið. Hetta skal fráboðast í seinasta lagið 14 dagar áðrenn ætlaðað steðgin.

Á burn.fo kanst tú broyta skrásettar kortupplýsingar, hetta verður gjørt á Farpay umvegis burn.fo. Kort-/kontoupplýsingar verða bert goymdar hjá Flexybox, Farpay og Nets.

Kvittan fyri keyp/bílegging verður send á ta teldupostadressu, sum kundin upplýsur. Kvittanin verður send tá ordrin verður gjørdur, og í samband við afturvendandi veiting so hvørt sum veitingin fer fram.

Avtalur kunnu gerast við fyritøkur/stovnar um keyp á burn.fo á kreditt. Upphæddin skal tá gjaldast sambært rokning. Fyritøkur/stovnar, ið ynskja hesa tænastu, kunnu venda sær til burn@burn.fo

Persónsdátapolitikkur

Endamál: Endamálið við hesum politikkið er at upplýsa fyri kundum, hvørjar upplýsingar vit innheinta og viðgera í sambandi við kundaviðurskifti.

Hendan kunningin lýsir, hvussu P/F Burn verjir tínar persónsupplýsingar og tíni lógfestu rættindi. Sum liður í handilsrakstrinum, skráseta og brúka vit upplýsingar um teg. Øll viðgerð av persónsupplýsingum verður gjørd í trúnaði samsvarandi galdandi lóggávu um persónligar upplýsingar.

Hví skráseta og brúka vit tínar persónsupplýsingar? 

Vit skráseta og brúka tínar upplýsingar fyri at halda tær avtalur, ið eru gjørdar við teg, undir hesum avtalur um keyp av vørum og tænastum.

Hetta merkir, at vit skráseta og brúka upplýsingar tá:

  • tú hevur gjørt ella umhugsar at gera avtalu við okkum um tænastur ella eina vøru.
  • tú hevur givið samtykki til, at vit kunnu brúka tínar upplýsingar til eitt ávíst endamál.
  • vit hava løgfrøðiliga heimild til tað. Til dømis sambært skattalógini, bókhaldslógini, betalingslógini og dátuverndarlógini.

Vit skráseta og brúka eisini tínar upplýsingar í sambandi við marknaðarføring og annað tænastuvirksemi, undir hesum:

  • Kundatænasta og fyrisiting.
  • Menning av vørubólkum, tænastum, skipanum og handlum.
  • Marknaðarføring av vørum og tænastum.
  • Eyðmerking og góðkenning av kundum.
  • Fyri at liva upp til lógarásett krøv.

Vit heinta upplýsingar beinleiðis frá tær ella við at eygleiða tína atferð, tá ið tú til dømis:

  • fyllir út frymlar í sambandi við bílegging av tænastum og vørum.
  • brúkar ávikavist heimasíðu, appir og tænastur hjá okkum.
  • luttekur í kundakanningum ella átøkum, ið vit skipa fyri.

Hvørjar upplýsingar skráseta og brúka vit?

Vit skráseta og brúka ymisk sløg av persónsupplýsingum alt eftir hvørjar tænastur ella vørur, tú bíleggur ella ert áhugað/-ur í. Undir hesum:

  • Grundleggjandi persónsupplýsingar sum t.d. navn, telefonnummar, teldupostadressa og bústaður (upplýsingar, ið tú sjálv/sjálvur skrásetur).
  • Upplýsingar um tær tænastur og vørur, tú umbiður.

Farspor

Tá ið tú vitjar www.burn.fo, brúka vit farspor-tøkni (cookies) at kenna tína teldu, telefon, teldil o.tíl. aftur. Á henda hátt kunnu vit veita tær ta bestu persónligu tænastuna og miðvísa okkara marknaðarføring. Eitt farspor er ein tekstfíla, ið fortelur okkum, hvussu leingi tú vitjar heimasíðuna, um tú hevur vitjað okkum fyrr, hvørjar síður tær dámar best o.a. Farspor kunnu eisini innheinta persónsupplýsingar um teg, so sum tína IP-adressu og tínar vanar á alnótini.

Heimild

Viðgerðin av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild til tess. Alt eftir hvør viðgerð talan er um, er heimildin eitt av hesum niðanfyri:

  • Heimildin er neyðug fyri at halda ta avtaluna, sum tú ert partur av (til dømis, tá ið tú keypir okkara vørur).
  • Viðgerðin er neyðug fyri at lúka rættarligu skyldu okkara sambært galdandi lóggávum, undir hesum roknskaparlógin og skattalógin.
  • Vit beinleiðis hava innheintað samtykki frá tær til viðgerðina.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Vit goyma tínar upplýsingar so leingi, tað er neyðugt til tað endamál, tínar upplýsingar eru skrásettar og brúktar til. Vit goyma tí altíð tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. Hevur tú keypt eina vøru ella eina tænastu frá okkum, goyma vit tínar upplýsingar í fimm ár fyri at liva upp til okkara skyldu sambært bókhaldslógini.

Hevur tú teknað hald av tíðindabrævið, verða tínar upplýsingar goymdar til tú meldar haldið frá.

Triðipartur

Persónsupplýsingar frá triðjaparti 

Vit skráseta og brúka upplýsingar frá triðjaparti, til dømis frá peningastovnum og gjalds- og tænastuveitarum, tá ið tú brúkar tíni gjaldskort ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og brúka upplýsingarnar, tá ið tú skal gjalda.

Triðipartar, sum fáa tínar upplýsingar

Í summum førum lata vit triðipartum tínar upplýsingar. Undir hesum upplýsingar til almennar stovnar, har hetta er álagt okkum. Til dømis til TAKS, hagtølsendamál og líknandi.

  • Vit kunnu lata samstarvsfeløgum tínar upplýsingar, um vit hava títt samtykki ella lógfestan rætt til tess.
  • Í sambandi við menning av KT, hýsing og tænastuveiting flyta vit tínar persónsupplýsingar til dátaviðgerar. Vit tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdin verður varðveitt í tílíkum flutningin av dátum.

Tíni rættindi

Innlit í tínar persónsupplýsingar 

Tú kanst fáa innlit í teir upplýsingar, vit hava goymt og skrásett um teg, undir hesum hvaðani tær stava, og hvat tær verða brúktar til. Tú kanst fáa innlit í, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingarnar alt eftir, um tær verða latnar víðari. Rætturin at fáa innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur, um so er, at ávísar upplýsingar gera seg inn á rættindi hjá øðrum.

Tíni rættindi

Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki til, at upplýsingar um teg verða viðgjørdar, aftur. Í summum førum hevur tú rætt at tala at viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, og sýta fyri, at tær verða brúktar. Eru upplýsingar, sum verða viðgjørdar um teg, skeivar, ófullfíggjaðar ella týdningarleysar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar ella strikaðar. Hetta tó bara, um eingin onnur lóg forðar fyri tí.

At taka samtykki aftur 

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka títt samtykkið aftur. Gev gætur, at um tú tekur samtykkið aftur, eru vit ikki før fyri at veita tær ávísar tænastur ella vørur. Vit goyma tó tínar persónsupplýsingar, um vit hava tørv á teimum fyri at halda eina avtalu við teg, ella um vit hava lógásetta skyldu til tess.

Samband og rætt til kæru

Hevur tú spurningar viðvíkjandi tínum rættindum og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Teldupostur: datuvernd@sms.fo

Tinghúsvegur 47

Postboks 1059

110 Tórshavn

Tlf.: +298 299900