KOM OG VER EIN PARTUR AV BURN FITNESS
Dámar tær at arbeiða við fólki, taka ábyrgd og tryggja, at alt koyrir, sum tað skal?
Vit leita eftir einum støðugum, álítandi og fyrikomandi starvsfelaga til okkara móttøku í Burn Fitness Tórshavn.
Starvið er 2-3 kvøld um vikuna frá kl. 20.00–22.00.
Hvat verður tín uppgáva?
Tú verður seinasti persónur í húsinum, og hevur ábyrgd av, at sentrið er klárt til næsta dag.
Hetta starvið krevur ein persón, sum er støðugur, álítandi og tekur sína ábyrgd í álvara. Tí er tað týdningarmikið fyri okkum, at tú møtir til tínar vaktir og ert ein persónur, vit kunnu rokna við.
Tínar uppgávur verða m.a.:
- At taka væl ímóti limum og kundum
- At tryggja, at limir eru rætt innritaðir til venjing
- At vegleiða og minna fólk á okkara mannagongdir á ein vinarligan og virðiligan hátt
- At halda móttøkuna og sentrið ruddiligt og innbjóðandi
- At telja kassan
- At gera klárt til afturlating
- At tryggja, at móttøkan verður latið trygt og rætt aftur
Vit vænta, at tú:
- Ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Ert støðug/ur og møtir til avtalaðar vaktir
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur eina jaliga og hjálpsama framferð.
- Dugir at samskifta greitt og vinarliga
- Torir at taka dialogin við limir, tá tað er neyðugt
- Hevur eyga fyri reinføri og smálutum
Arbeiðstíð
Starvið fevnir um kvøldvaktir í Burn Fitness í miðbýnum í Tórshavn.
Vaktirnar liggja:
- Mánadag - hósdag kl. 20:00 - 22:00.
- Fríggjadag kl. 18:00 - 20:00
Vaktirnar verða býttar millum fleiri starvsfólk, og tí verður arbeiðstíðin avtalað nærri við setan.
Setanarviðurskiftir
Starvið er tímalønt. Løn - og setanartreytir eftir Samverk.
Umsókn
Umsókn skal sendast til burn@burn.fo, og viðmerk "Burn Fitness kvøldvakt"
Skriva eitt sindur um teg sjálva/n, hvør tú ert, hvørjar royndir tú hevur og hví tú metur teg vera tann rætta til uppgávuna.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áslu Leilu B. Johansen, HR-leiðara, á teldupost aslaleila@burn.fo ella á tlf. +298 299902