HÚSREGLUR
Vit heita á teg um at halda okkara húsreglur. Soleiðis fáa øll eina betri uppliving. Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkara starvsfólk.
Atburður og fólkaskikkur
– Vit vænta ein positivan anda og sínámillum virðing í venjingarhølunum.
– Leiðbeiningin frá okkara starvsfólki skal altíð aktast.
– Óhøviskur atburður mótvegis starvsfólki ella øðrum verður ikki góðtikin.
Útbúnaður
- Far væl um maskinur og aðra útgerð.
- Fá alla útgerð á rætt pláss aftur eftir nýtslu.
- Tøm vektskivur av stongum og maskinum og fá tær á rætt pláss aftur eftir nýtslu.
- Slepp øðrum at brúka maskinuna, meðan tú heldur steðg millum sett.
- Vaska, spritta og turka benkur og maskinur eftir nýtslu.
Klæðir o.l.
- Ven í venjingarklæðum og reinum innanduraskóm.
- Skift ALTÍÐ í reinar skógvar í Burn, tá ið tú fert at venja. Tað er strangliga bannað at fara beina leið inn í venjingarhølini í somu skóm, sum tú komst í.
- Tað er bannað at venja berføttur ella við berum yvirkroppi.
- Sveittar tú illa, SKALT tú brúka handklæði, meðan tú venur.
Limakort og atgongd
- Skiftingarrúm og venjingarhølir eru bara ætlað limum.
- Armbandið er persónligt og kann ikki nýtast av øðrum.
- Rita inn á telduni, hvørja ferð tú fert at venja.
- Brúka ikki armbandið til at lova øðrum inn í skiftingarrúm og venjingarhølir. Brot á hesa ásetingina kann hava við sær burturvísing av bæði tær og tí, sum tú lovar inn, úr øllum Burn-samtakinum í upp í 12 mðr.
Telefonir
- Tað er bannað at knýta egna telefon í okkara hátalarar.
- Tað er bannað at avmynda onnur uttan teirra samtykki.
- Tað er STRANGLIGA bannað at filma og taka myndir í skiftingarrúminum.
Skiftingarrúm, skógvahill og virðislutir
- Læs altíð klæðir, skógvar og virðislutir inni í einum skápi.
- Skápini eru ikki persónlig og skulu tømast eftir hvørja venjing.
- Skógvahillin er bara ætlað til uttanduraskógvar, meðan vant verður.
- Burn Fitness hevur onga ábyrgd av burturmistum lutum.
Allur stuldur verður meldaður til løgregluna