Fjølbroytt leiðarastarv í Burn Fitness Vestmanna
Burn Fitness í Vestmanna er ein nýmótans venjingarmiðstøð, har vit leggja stóran dent á góðsku, trivnað og eina góða uppliving hjá okkara limum.
Nú leita vit eftir einum ábyrgdarfullum og álítandi leiðara, sum fær ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum.
Sum leiðari verður tú tann, ið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at sentrið koyrir, sum tað skal. Starvið er fjølbroytt og fevnir bæði um dagligan rakstur, starvsfólk, vørur og praktiskar uppgávur, umframt ørindi í Havn.
Um starvið
Fasta arbeiðstíðin er 3 tímar týskvøld og hóskvøld
Tínar høvuðsuppgávur verða millum annað:
- Hava ábyrgd av, at dagligi raksturin av sentrinum koyrir sum hann skal
- Hava ábyrgd av reingerð og tryggja, at sentrið altíð er reint og innbjóðandi
- Stovna og umsita hald
- Koyra til Havnar 2. hvørja viku til Burn Fitness
- Samstarva við leiðsluna um setan av starvsfólki
- Skipa vøruteljing
- Bíleggja vørur og annað til sentrið
Vit vænta, at tú:
- - Ert ábyrgdarfull/ur, álítandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- - Trívist við ábyrgd og dugir at taka avgerðir í gerandisdegnum
- - Dugir væl at samskifta og samstarva við bæði starvsfólk og limir
- - Hevur áhuga fyri venjing og heilsu
Vit bjóða:
- - Eitt fjølbroytt leiðarastarv við ábyrgd og ávirkan
- Møguleika fyri at arbeiða sjálvstøðugt og seta tín dám á dagliga raksturin - - Ókeypis limaskap í Burn Fitness
- - Góða innleiðslu og upplæring í okkara mannagongdum og skipanum
- - Ein týðandi leiklut í einum vaksandi samtaki
Lønarviðurskifti
- Løn sambært avtalu
- Starvið verður sett sum skjótast
- Starvsstaður: Burn Fitness í Vestmanna
Umsókn
Send okkum eina stutta umsókn og møguliga viðheft CV til omanfyri nevnda teldupost.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við:
Sadie Niclasen
sadie@burn.fo
+298 299904