IFBB - INTERNATIONAL FEDERATION OF BODYBUILDING AND FITNESS
Hvat er IFBB:
IFBB er størsti og elsti felagskapurin í heiminum innan Bodybuilding og Fitness. IFBB stendur fyri - International Federation of Bodybuilding and Fitness.
Felagskapurin bleiv stovnaður av brøðrunum Ben og Joe Weider í 1946. Hetta vóru menninir, sum vístu Arnold Scwartzenegger vegin fram innan hendan ítrótt. Felagskapurin rúmar umleið 85% av øllum íðkarum innan fitness, og tí er hetta felagskapurin, ið íðkarir stremba eftir at fáa Pro Card.
Felagskapurin kann samanberast við Champions League í fótbólti, har øll tey bestu liðini eru.
IFBB Pro League:
Fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroya søgu verður ein IFBB kapping í Føroyum. Ikki bara ein IFBB kapping, men ein Pro Leauge kapping, har tað er møguligt at vinna Pro Cards.
Tá ein vinnur eitt Pro Card merkir hetta, at viðkomandi gerst yrkisítróttarfólk innan fitness. Tað hevur nógvar fyrimunir at hava eitt Pro Card. Millum annað er tað lættari fyri íðkaran at liva av fitness, tí ofta vilja tey stóru feløgini innan kost ískoyti og klæðir hava tílíkar íðkarar at umboða teirra merkir.
Harvi fáa íðkarir stuðulsavtalur í lag, sum gera tað lættari at vera virkin innan hendan ítrótt. Tá ein gerst yrkisíðkari er næsta málið Olympia, sum er kappingin um at gerast heimsmeistari í fitness.
Føroysk luttøka:
Hesin ítróttur er lutfalsliga nýggjur í Føroyum enn, men áhugin hjá føroyingum er alsamt vaksandi, og vit hava sæð, at okkara arva eginleikar koma væl við innan hendan ítrótt. Tað verður tí áhugavert at fylgja við føroysku úrslitunum næstu árini. Til Showdown 2018 verða í minsta lagið 10 føroyskir íðkarir við í fitness kappingunum. Tey flestu eru kvinnur, men nakrir menn hava eisini bjóðað seg fram.
8 Pro Cards:
Tað verða ikki minni enn 8 bólkar innan fitness í Showdown, og í øllum bólkum er tað møguligt at vinna eitt Pro Card. Tað er sjálvandi bert tey, ið melda seg til Pro Qualifier, ið hava møguleika at vinna eitt Pro Card. Novice bólkurin er fyri fólk á byrjunar støði og eru nýggj innan fitness heimin.
Bólkarnir eru:
• Bikini
• Figure
• Womens Fitness
• Womens Physique
• Womens Bodybuilding
• Mens Physique
• Classik Physique
• Bodybuilding
Olympia Qualifier:
Endabresturin verður leygarkvøldið, 17. nov, tá Pro Bikini damurnar fara á pallin. Í hesum bólkinum eru bert damir, sum hava Pro Card. Tær kappast um ein annan vinning, nemliga um luttøku í Miss Olympia.
Hvat er Olympia:
Í hesum døgum, nú HM er í fótbólti, vita øll, at tað er tann størsta kappingin innan fótbóltin. Hon snýr seg jú um at gerast besta lið í heiminum. Olympia er, á sama hátt, kappingin um at gerast heimsins besti íðkari innan fitness. Burn Showdown verður tí karmur um úrtøkuumfar til heimsmeistaraskapið í Bikini fitness. Vit koma at síggja 15 av teimum flottastu bikini damunum í Europa á palli í Høllini á Hálsið.
Gleðið tykkum til eitt rimmar Showdown