Venjing við Hallu

Tá eg venji onnur, leggi eg stóran dent á, at teknikkurin er rættur og tú altíð følir teg væl.
Eg leggi eisini dent á, at eg møti tær á tí støði tú er á, so vit best kunnu røkka tínum ynskjum og málum.

Eina tíð eftir, eg luttók í Bikini Fitness kapping, misti eg hugin til at venja og varð noydd at finna hugin aftur av nýggjum. Tað hevur gjørt, at eg gjarna vil hjálpa øðrum at finna gleðina við at venja. Venjing skapar gleði og hetta er tí nakað eg vil leggja meg eftir.

Kostvegleiðing
Kosturin er ein týdningarmikil partur um tú strembar eftir at fáa ein sunnari lívsstíl. Eitt samanspæl millum kost og venjing er ein lívsstílsbroyting, eg ynski at hjálpa tær við.

Eg er eisini útbúgvin kostvegleiðari, ynskir tú eitt onlineforløb við mær, ber til at skriva til mín og hoyra nærri.
Eitt slíkt forløb inniber eina kostætlan ið verður gjørd júst til tín, eina venjingarætlan, ið eisini er sett saman til tín, umframt sparring og vikuliga dagføring av hvussu vikan hevur gingið, vekt v.m.

 

Um Hallu:
Eg eiti Halla Fjallstein, eg eri fødd í 2001 og eri útbúgvin persónligur venjari og kostvegleiðari hjá Atwork skúlanum í Danmark í 2022.
Eg havi altíð haft stóran áhuga fyri ítrótti eg byrjaði við dansi tá eg var 6 ára gomul og byrjaði at venja fitness regluliga, tá ið eg var 15 ára gomul. Í 2021 valdi eg at venja miðvíðst fram móti eini kapping í bikini fitness og hetta var eisini tað, sum tendraði áhugan í mær at starvast innan hetta yrkið. Í eitt tíðarskeið havi eg verið venjari hjá Burn Klassik á Hjalla.

Um tú ynskir ein venjara, ið altíð er glað, positiv og setir teg í fyrstu røð, so er bara at seta teg í samband við meg, til ber at seta seg í samband við meg á mail, Facebook og Instagram, við at trýsta á búðmerkini undir myndini.