Venjing saman við Pætur:
Mín prioritetur er at fáa fólk so sunn og sterk á ein so simplan og realistiskan hátt sum gjørligt.
Eg meini, at øll hava uppiborið eitt gott lív og at vera glað fyri seg sjálvi, hvussu tey so síggja út, innan og uttan.
Eg havi sjálvur verið ónøgdur við mín kropp í mong ár og stríddist leingi við sjálvsvirðið av tí sama, men fysisk venjing hjálpti mær á røttu leið, og nú havi eg eina sunna og jaliga mynd av mær sjálvum, innan og uttan.
Eg leggi stóran dent á at halda venjingar simplar, effektivar og áhugaverdar, og tú skalt eisini hava ávirkan á, hvat og hvussu tú venur.
Lívssøga hjá Pætur:
Pætur er uppvaksin í Vestmanna, har hann sum nógv onnur børn vaks upp við hondbólti, og um 17 ára aldur byrjaði hann at íðka stríðsítrótt.
Tá Pætur fór til Odense at lesa, leitaði hann til glíming og styrkivenjing, og har birtist áhugin at menna bæði kropsliga og sálarliga styrki og vælveru.
Sum frá leið fekk Pætur serligan áhuga fyri at leita sær meira vitan, hvussu styrkivenjingin framhaldandi kundi vera so áhugaverd og effektiv sum gjørligt.
Hetta førdi til at Pætur søkti sær útbúgving ígjøgnum International Sport Science Academy og fekk prógv sum persónligur venjari í 2020