Venjing við Hallu

Tá eg venji onnur, leggi eg stóran dent á, at teknikkurin er rættur og tú altíð følir teg væl.

Eg leggi eisini dent á, at eg møtir tær á tí støðið tú er á, so vit best kunnu røkka tínum ynskjum og málum.

Eina tíð eftir, eg luttók í Bikini Fitness kapping, misti eg hugin til at venja og varð noydd at finna hugin aftur av nýggjum. Tað hevur
gjørt, at eg gjarna vil hjálpa øðrum í at finna gleðina við at venja. Venjing skapar gleði og hetta er tí nakað eg vil leggja meg eftir.

Um tú ynskir ein venjara, ið altíð er glað, positv og setir teg í fyrstu røð, so er bara at seta teg í samband við meg.

Um Hallu:

Eg eiti Halla Fjallstein, eg eri fødd í 2001 og eri útbúgvin persónligur venjari hjá Atwork skúlanum í Danmark í 2022.

Mær hevur altíð haft stóran áhuga fyri ítrotti og byrjaði at venja fitness, tá ið eg var 15 ára gomul. Fyri einum árið síðan valdi eg at venja miðvíðst fram móti eini kapping í bikini fitness og hetta var eisini tað, sum fekk meg at vilja starvast innan hetta yrkið.