Venjing saman við Janu:
Mítt hjartamál er at hjálpa fólki at koma í form.

Eg leggi stóran dent á persónliga vegleiðing, og at tú lærur at venja rætt. Vit finna fram til, hvør venjing hóskar best til tín og hvar tú kennur teg væl.

Í míni tíð sum venjari, havi eg sæð, at øll kunnu venja, hóast avbjóðingar. Tað snýr seg um, at finna fram til røttu venjingina.

Mær dámar væl at venja við TRX reiggjum, Pilatesbólti, Theraband elastikkum og styrki við leysum vektum.

Hetta eru venjingar, sum øll kunnu læra at venja. Ynskir tú at styrkja tær kroppin, so kann eg hjálpa tær.

Set teg í samband við meg og eg skal vegleiða teg.

Vinarliga
Jana

Lívssøga hjá Janu:
Jana hevur starvast innan fitness og kost síðani 1986. Hon er útbúgvin økonoma og hevur starvast sum kostráðgevi, fitness instruktør, persónligur venjari og hon hevur havt ymisk lívsstílsskeiðir - detox og líknandi - bæði í Føroyum og uttanlanda.

Jana byrjaði at venja fitness í 1984, tá ið hon búði í Danmark. Tað gekk ikki leingi til hon varð bitin, og hetta gjørdist ein partur av hennara lívið. Tá ið hon flutti heim í 1986, byrjaði hon at starvast í Form og Figur.

Tá var eingin útbúgving sum fitness instruktørur ella persónligur venjari. Men Jana var virkin og tók nógv ymisk skeiðir innan liðtímar, anatomi, fysiologi, og kost.

Í 2011 tók Jana skeið í TRX, Jungle Sport, basic liðvenjingum og bleiv persónligur venjari. Jana hevur virka innan fitnessheimin líka síðani.