Venjing saman við Ronju:
At eta sunt og at vera fysiskt aktiv/ur, er fyri meg ikki ein kurur, men ein lívsstílur. Tí gangi eg høgt uppí, at eg saman við tær finni eina varandi loysn við tíni lívsstílsbroyting.

Við míni vitan innan venjing og kost, trúgvi eg ikki uppá one-fits-all loysnir, og tí vil eg gjarna hjálpa tær, at finna rætta vegin at røkka tínum máli. Eg ynski, at eitt forløb hjá mær skal vera ein lívsstílsbroyting, sum tú eisini klárar at halda eftir forløbið er liðugt. Eg trúgvi, at ein sunn heilsa er bæði sálarlig og kropslig - og at tað ikki er ein alt-ella-einki tilgongd (hvørki innan kost ella venjing).

Hevur tú roynt at fingið ein sunnari lívsstíl, men tað ikki er eydnast? So er tað møguliga ein persónligur venjari tú hevur brúk fyri! Eg skal fylgja tær í gongdini og geva tær amboðini, tær tørvar fyri at koma í mál - óroynd sum roynd, óansæð um tú ynskir at lætna, økja vøddamongd, fáa ein sunnari lívsstíl, fáa betri konditión ella okkurt heilt annað!

Kostur:
Kostur er týdningarmikil, tá tosað verður um heilsu - óansæð, hvat mál tú hevur sett tær. Við røttum kosti verður tú betur fyri, fær meira orku og verður betur fyri sálarliga.

Ein kostætlan nýtist ikki bert at vera brokkoli og gularøtur. Tað er loyvt at eta alt - tað skal bert etast við máta. Vit kunnu lættliga finna pláss til tín at eta søtar sakir, um tú til dagliga etur sunnan og fjølbroyttan mat. Á henda hátt verður hetta ein varandi loysn. 

Eg seti tína kostætlan saman, so tú fær eina samanseting av protein, feitti og kolhydratum, ið er roknað út júst til tín, umframt nóg mikið av vitaminum og miniralum. Til hvørja máltíð fært tú fleiri valmøguleikar, so tú ikki skalt eta tað sama hvønn dag.

Íroknað í prísinum er ein telefonsamrøða á áleið 10 minuttir, har vit tosa um, hvussu kostætlanin hevur riggað, um tað er nøkur broyting sum skal gerast v.m. Ynskir tú at bíleggja eina samrøðu, er hetta eisini møguligt við eyka kostnaði.

Samtala:
Vit taka eina samtalu, har eg seti tær eina kostætlan saman. Tú fært eina samanseting av protein, feitti, kolvætu, vitaminum og mineralum, ið er roknað út júst til tín tørv og endamál. Til hvørja málíð, hevur tú fleiri valmøguleikar, so tú ikki skalt eta tað sama hvønn dag.

Lívssøga hjá Ronju:
Ronja er útbúgvin kostráðgevi og persónligur venjari

Ronja er fødd í 1998 og er uppvoksin á Skála.

Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri venjing. Í 2017 bleiv Ronja liðug á studentarskúlanum á Kambsdali, og í 2016 byrjaði hon av álvara at venja styrkivenjing.

Í 2019 tók hon útbúgving sum persónligur venjari og kostvegleiðari á Fitness Institute í Keypmannahavn.

Her valdi hon eisini at taka eitt special modul innan børn og yvirvekt.

Í desembur 2019 kundi hon endiliga kalla seg persónligan venjara og kostvegleiðari

Børn og yvirvekt:
Umframt útbúgving sum persónligur venjari og kostráðgevi á Fitness Institute í Keypmannahavn, havi eg valt at taka eitt ser-modul innan børn og yvirvekt.

Eg havi tí eisini sera góðar førleikar og stóran áhuga í, at arbeiða við børnum og ungum, sum stríðast við yvirvekt.