"VESTMANNA" Næsta skeið byrjar 19. september 2022  "MARGÁIR" 

Hvat er Klassik Light:
Vit bjóða feittknúsandi liðvenjingar í Vestmanna og við Margáum.

Latið tykkum ikki lumpa av navninum, tí skeiðið er sannliga avbjóðandi og gevandi. Burn Light er ein útgáva av okkara kenda Burn Klassik á Hjalla, tilpassa til umstøður og útgerð á venjingarmiðstøðunum í Vesmanna og við Margáum.

Venjingin fer fram í Burn Fitness Vestmanna og Burn Fitness Margáir, og er uppbygd sum sirkulvenjing. Venjingarnar eru gevandi fyri bæði styrki og konditión.

Uppbygnaður av Klassik Light:
Vit venja saman í bólki og venjari er við til bókavenjingarnar. 

Við í prísinum er eisini ein venjingarætlan til teir dagarnar, tit ynskja at venja sjálvstøðugt. Eisini ber til at fáa eina Burn Klassik kostætlan, sum er sera løttt at fylgja og hevur verið sera væleydnað til vekttap í Burn Klassik.

Um luttakararnir ynskja, ber til at fylgja við vektini, feittprostenti, vøddamassa o.ø við okkara Tanita vekt. Hetta verður gjørt, tá skeiðið byrjar og endar.

GG! Um tú longu hevur eitt Burn hald, so verður tað sett á pausu ímeðan skeiðið er 

 

 

 

Vel hvar tú ynskir at venja í teiginum omanfyri.

Við at trýsta á leinkið Vestmanna ella Margáir omanfyri, fært tú upplýsingar um venjingartíðir, venjarar og annað viðkomandi

Prísur:
Fyrsta skeið kostar 950,-
Eftir tað kosta skeið 750,-
GG: Limahald í fitness er íroknað 

Íroknað:
- liðvenjingar
- venjingarætlan til sjálvstøðuga venjing ( virði 399,- )
- Burn Klassik kostætlan - ( virði 499,- )