Keyp tímar Tú kanst keypa tær persónliga venjing við at trýsta á leinkið til vinstru.

Hvat eg leggi dent á:
Fysisk venjing hevur ógvuliga nógvar kroppsligar og sálarligar ágóðar við sær. Ein sunnur lívsstílur við rættari venjing kann betra um týdningarmiklar lívsfaktorar sum humør, sjálvsálit, orku og svøvn, meðan venjingin kann lækka um vandan fyri nógvar hættistligar sjúkur. Harafturat er tað eisini stuttligt og sosialt at venja.

Tað hevur týdning fyri meg, at tú lærur tey týdningarmiklastu rørslumynstrini við røttum teknikki. Hartil tillagi eg rørslurnar eftir tínum torleikastigi, so venjingin altíð verður avbjóðandi, gevandi og stuttlig - fyri roynd sum óroynd. Sum persónligur venjari taki eg sostatt útgangsstøði í tær, soleiðis at tú røkkur tínum máli á rættan hátt.

Eg veri við og vísi tær hvørjar rørslur tær tørvar, hvussu tú gjøgnumførur rørslurnar rætt og -týdningarmest av øllum - hví eg velji júst hesar rørslurnar til tín. Soleiðis fært tú nøkur amboð til sjálvstøðuga framhaldan á rættan hátt, umframt at røkka títt núverandi mál.

Tað merkir í stuttum, at vit skræddaraseyma eina avbjóðandi og stimbrandi venjingarætlan til tín, so vit saman kunnu arbeiða miðvíst eftir at røkka tínum máli. Um tú vil byggja vøddar, tapa teg, røkka eitt nýtt og hægri atletiskt støði, liva sunnari, føla teg betri v.m., so er tú komin til rætta venjaran.

Lívssøga hjá Rana:
Rani Hjaltalin Midjord, 13-08-94 (25 ára gamal)

Sum 17 ára gamal gjørdi Rani av, at leggja fótbóltsskógvarnar á hillina og valdi ístaðin at íðka fitness. Í 8 ár hevur hann vant og lært nógv um kroppin, umframt hvørja ávirkan venjing hevur á kropp og sinn.

Eftir at hava fingið bachelorprógv í Politikki og Umsiting á Fróðskaparsetrinum í juni 2019, fór hann beinleiðis niður, at útbúgva seg sum persónligur venjari á vælumtókta Træner Akademiet í Keypmannahavn.

Í juli 2019 kundi hann enduliga kalla seg persónligur venjari - til reiðar, at hjálpa tær!