Venjing saman við Dianu:
Mær dámar væl, at venjingarnar eru skiftandi og gangi høgt upp í at venja rætt. Eg ynski eisini, at tú stuttleikar tær, í meðan tú venur.

Vegna mína bakrund sum dansari, dámar mær væl at venja nógv við kropsvekt, hoppi øvilsum og lastikkum.

Eg havi eisini nógvar royndir og skeið innan vektlyfting.

Polterabend:
Kom og flenn saman við tínum vinnfólkið.

Vit byrja við eini lættari dansi upphiting fyri at loysa upp.
Til hetta kunna øll vera við ið hava hug.

Síðani ganga vit festlig model catwalk eftir gólvinum har vit uttan iva fara at flenna og hava tað stuttligt.

Næsti partur er at læra eina stuttliga dansi seriu sum øll klára at gera.

At enda sleppur tann ið skal giftast at royna seg og skal út á dansi gólvinum meðan øll hyggja eftir. Her kunnu tit filma og taka stuttligar myndir til stóra brúdleyps dagin. Til hetta kunnu tit gott ynskja ein sang fyri at gera tað enn meira serligt.

Ein dagur sum tit fara at minnast og flenna eftir leingið.

Lívssøga hjá Dianu:
Diana er útbúgvin persónligur venjari og Crossfit Level 1 Trainer
Online (CF-0L1)

Diana er fødd í 1989 og er uppvaksin á Toftum. Í 2007,  flutti Diana niður til Danmarkar á skúla, har hon byrjaði sína dansi ferð á Flowdance Academy.

Eftir hetta var Diana á Hotstepper Dance Education í eitt ár, frá 2011-2012.

Diana hevur arbeitt sum yrka dansari frá 2012 - 2017 runt um í heiminum; París, New York, Marokko, Svøríki, Norra og Italia.

Í 2017 bleiv Diana útbúgvin persónligur venjari á At Work skúlanum í Danmark og hevur starvast í Burn síðan.