Ein sera týdningarmikil uppgáva:
Uppgávan sum reingerðarfólk hevur sera stóran týddning í Burn.

Vit ganga høgt uppí, at hølini eru rein og ruddilig, so okkara viðskiftafólk hava eina góða kenslu, tá tey venja.

Sum reingerðarfólk hevur tú ábyrgd av at halda hølini rein, tvs allar maskinur, spegl, vindeygu, gólv, wc o.a.

Vaskiklæðir:
Tú hevur ábyrgd av at heinta og avhenda vaskiklæðir til vaskaríið á Landssjúkrahúsinum. Ein ávísur stovnur skal altíð vera inni av reinum moppun, lappun o.l

Goymslan:
Tú hevur ábyrgd av at hava skil á goymsluni og bíleggja reingerðingsevnir o.l.

Hvussu eru arbeiðstíðirnar:
· mánadag - fríggjadag
· 6 tímar um dagin
· ímillum 7:00 - 17:00
· tú hevur frælsið at flexa tína arbeiðistíð

Løn:
Løn er sambært sáttmálanum hjá arbeiðsfeløgnum.

Hvar senda umsóknina:
Bara umsóknir, ið vera sendar umvegis teldupost, verða viðgjørdar.
Send teldupost til berg@burn.fo við evninum "reingerðarfólk"

Skriva eitt sindur um teg, royndir o.l
Freistin at søkja er fríggjadagin 28. aug.