
Starv í Vestmanna: Tú tryggjar ein góðan dag hjá okkara limum
Burn Fitness í Vestmanna er ein nýmótans venjingarmiðstøð, har vit leggja stóran dent á góðsku, trivnað og motivatión. Vit bjóða okkara limum eitt breitt úrval av venjingartilboðum – bæði einstaklingavenjing og skipaðar venjingartímar í einum reinum og professionellum umhvørvi.
Nú leita vit eftir einum álítandi og arbeiðssomum starvsfólki, sum kann gerast ein týðandi partur av okkara toymi, og vera við til at menna okkara serliga venjingartilboð: Klassik Light.
Um starvið
Arbeiðið er fjølbroytt og umfatar m.a.:
- Móttøku og kundatænastu
- Sølu av limahaldi og øðrum vørum
- Reingerð og røkt av venjingarmiðstøðini, so hølini altíð eru rein og innbjóðandi
- Luttøku í Klassik Light venjingunum
Vit vænta, at tú:
- Trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Dámar væl at samskifta við fólk og veita góða kundatænastu
- Ert røkin, ágrýtin og álítandi
- Hevur áhuga fyri venjing og einum aktivum lívsstíli
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi og virðiligum samstarvi
- Góðar starvsfelagar, góð starvsfólkaviðurskifti og ókeypis limaskap í Burn Fitness
- Møguleikan fyri at arbeiða sjálvstøðugt og við ábyrgd
- Ein týðandi leiklut í einari vaksandi heilsufyritøku
- Góða innleiðslu og upplæring í
- - Klassik light venjing
- - Reingerðarmannagongdum
- - Skipanunum, ið vit nýta í dagliga arbeiðinum
Arbeiðstíð og lønarviðurskifti
- Arbeiðstíð: Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 17.00–20.00
- Lønt verður sambært Samverk, og serligur takstur verður latin fyri tíman við Klassik light venjing
- Starvið verður sett sum skjótast
- Starvsstaður: Burn Fitness í Vestmanna
Umsókn
Send okkum eina stutta umsókn og møguliga viðheft CV til omanfyri nevnda teldupost.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við:
Áslu Leilu B. Johansen, HR-leiðara, á:
aslaleila@burn.fo
+298 299902