NÝGGJ TÆNASTA FRÁ BERG:
Berg bjóðar nú eina nýggja tænastu fram sum persónligan ráðgeva hjá tær. Hugsanin við hesi tænastu er tað persónliga sambandið ímillum teg og venjaran. Tú, sum kundi, setur eitt mál saman við Berg, og tit náa hetta mál saman. Berg fer at vegleiða teg í kosti, venjing og hava eftirlit við tær, til tit eru komin á mál.

 

FÁ BERG SUM TÍN PERSÓNLIGA VENJARA:
Sum partur av hesi tænastu, er møguligt at fáa Berg sum tín persónliga venjara. Avtalað verður, hvussu nógvar tímar, tú ynskir, og hvussu venjingar gongdin skal skipast.
Tó er avmarkað pláss, av tí, at Berg bert leggur nakrar ávísir tímar av hvørja viku.

 

KOSTUR:
Vit vita øll, hvussu stóran týdning kostur hevur fyri okkara vælveru, men kosturin hevur eisini alstóran týdning fyri at skapa úrslit í venjingini.

Somuleiðis vita vit eisini, at tað kann vera ein sera stór avbjóðing at betra ringar kostvanar. Í hesi nýggju tænastuni verður møguligt at ynskja tær vørur, ið gagnast væl, og setur Berg síðani kostætlanina saman eftir hesum.

Tó skal sigast, at Berg sjálvsagt metir um góðskuna á tínum ynsktu matvørum, tí kostætlanin skal tryggja, at tú røkkur tínum máli. Berg syrgir fyri, at tú fært eina kostætlan, ið er snikkað so væl til tín sum gjørligt.

GG: Við í tænastuni er eisni ein tillaging av kostætlanini, um tú metir hana gerast ov einstáttaða.

 

VENJINGARÆTLAN:
Flest okkara kenna, hvussu óskipað venjingin kann verða uttan eina venjingarætlan. Ofta velur man somu maskinur ferð eftir ferð, uttan reiðiliga at vita, hvørjar vøddar, man venur.

Fyri at fáa besta úrslitið er neyðugt við eini málrættari venjingarætlan, ið tekur hædd fyri tær og tí støði, tú ert á. Í hesi tænastuni ger Berg eina venjingarætlan, ið er snikkkað persónliga til tín. Berg tekur hædd fyri hvørjum støði tú ert á, hvørji mál, tú hevur sett tær og møguligum veikleikum og skaðum.

Ein venjingarætlan er við til at skipa venjingina soleiðis, at tú fært sum mest burtur úr. Hon tryggjar eisini, at allir vøddabólkar verða vandir rætt og skynsamt, fyri at fyribyrgja skeivleikar og skaðar.

At hava samanhang í venjingargondini er ein sera umráðandi partur í at røkka tínum máli, um tað er vekt tap, styrki, kondi, byggja vøddar, rætta skaðar e.a.

GG: Við í tænastuni er tillaging av venjingarætlanini – hetta merkir, at um tú metir hana at verða eitt sindur einstáttaða, fært tú annahvørt eina tillagan ella eina nýggja venjingarætlan!

24 TÍMAR:
Í einum tílíkum tíðarskeiði, við nýggjum kostvanum og regluligari venjing, kann man, til tíðir, kenna seg einsamallan. Ofta er manglandi ella dalandi motivatión tann størsta avbjóðingin í venjingargongdini, og tá kann tað góða sambandið í millum teg og venjaran verða alt avgerandi fyri, at málið verður rokkið.

Av hesi orsøk hevur Berg gjørt 24 tímar - tænastuna. Tú kanst skriva eini privat boð til Berg og fáa svar innan 24 tímar. Hetta merkir ikki, at tað ganga 24 tímar til svarið kemur, men í mesta lagi 24 tímar eftir, at spurningurin er sendur.

GG: 24 tímar tænastan umfatar ikki bara skrivlig boð, men eisini telefon samskifti við tín venjara – Berg

 

UPPFYLGING / EFTIRLIT:
Vit byrja við eini screening. Tú verður vigað/ur, feitt prosent verður mált og cm mát verður tikið av kroppinum, um hetta er eitt ynski. Allir upplýsingar verða loggaðir online á einum tryggum neti, og bara tú og venjarin hava atgongd til upplýsingarnar.

Berg mátar feitt prosentið eina ferð um mánaðin, meðan vektin verður loggað eina ferð um vikuna. Berg fylgir við vektini hvørja viku fyri at tryggja, at kostætlanini er nøktandi og úrslit síggjast.

GG: Tá tíðarskeiðið er liðugt, hevur tú ein log av øllum upplýsingunum – feitt prosent, hvussu nógv kg, tú hevur mist, og hvussu nógvir cm eru farnir av. Eisini ber til at taka myndir áðrenn og eftir tíðarskeiðið, um man ynskir tað.

 

SAMBAND:
Um tú vilt hoyra nærri um prís ella annað, kanst tú skriva eini privat boð til:

 · Teldupost: berg@burn.fo
 · Facebook: Jákup Súni Berg
 · Instagram: jakupsuniberg