Venjing við fokusi á sálarheilsu - í friðarligum umhvørvi

Tá vit stríðast sálarliga og mangla orku, tykist alt møtimikið. Hóast serfrøðin í heilum minnur okkum á, hvussu týdningarmikil venjing er, kann tað vera torført at byrja.

Venjing gevur orku og vælveru, minkar um strongd, ávirkar huglagið, og økir um mentalu orkuna. Júst tað vit hava tørv á, tá battaríið er tómt. Størsta avbjóðingin er tó at møta upp til sína fyrstu venjing, og síðan at gera hana til ein regluligan part av lívstílinum.

Ein góð hjálp kann vera at fáa sær ein persónligan venjara. Ein venjara sum kennir avbjóðingarnar hjá fólki við ADHD/ADD, strongd o.ø., umframt møguligar avbjóðingar orsaka av heilivági, svøvni og kosti. Tað ger Elin.

Venjingin verður í nýggju, og ikki minst friðarligu hølunum hjá Burn í Berjabrekku 1.

Kostnaður:

Pakki #1  -  1.650,-
·  Byrjanarsamrøða
·  2 venjingar við Elini

Pakki #2  -  2.590,-
·  Byrjanarsamrøða
·  4 venjingar við Elini

Pakki #3  -  4.900,-
·  Byrjanarsamrøða
·  9 venjingar við Elini

GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.

Útbúgvingar/skeið
-  Autisme specialist, Molis, 2024
-  Burnout, Attwood, 2024
-  ADHD and ASD, Attwood, 2023
-  Women with autism, Attwood, 2023
-  Persónligur venjari, At Work, 2022
-  Outdoor trainer, At Work, 2022
-  Strong lifting coach, BC Strength, 2021
-  Fitness instruktør, Fysio Team, 2014
-  Stresscoach, Bjarne Toftegaard, 2011
-  Parráðgevi, Joan Ørting, 2008
-  Sexolog, Joan Ørting, 2007
-  Føroya Læraraskúli, 2006