Ágrýtið og nærlagt reingerðarfólk til Burn Fitness í miðbýnum – 30 tímar um vikuna!

Dámar tær eitt arbeiði, har tú veruliga sært úrslitini av tínum innsatsi – og trívist tú samstundis við at hjálpa fólki?

Í Burn Fitness leita vit eftir einum reingerðarfólki, sum eisini kann taka sær av sølu og kundatænastu, tá tørvur er á tí. Starvið er tí fjølbroytt og gevandi, og kemur tú at hava ein týðandi leiklut í at tryggja bæði reinføri, trivnað og eina góða limauppliving.

Um starvið:

Talan er um eitt fast starv á 30 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 til 14.00. Starvið byrjar skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Vit halda samrøður leypandi.

Arbeiðsuppgávur:

  • Daglig reingerð av øllum økjum í venjingarmiðstøðini

  • Halda hølini rein, ruddilig og innbjóðandi fyri okkara limir og gestir

  • Fylgja reingerðarskrá og tryggja høga dygd

  • Vera við til at skapa góð og trygg hølisviðurskiftir saman við starvsfeløgunum

  • Søla av limahaldi og vørum, tá ið tørvur er at stuðla móttøkuni

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi og virðiligum samstarvi

  • Góðar starvsfelagar, góð starvsfólkaviðurskifti og ókeypis limaskap í Burn Fitness

  • Ein týðandi leiklut í einari stórari heilsufyritøku

  • Møguleikan fyri at arbeiða sjálvstøðugt og við ábyrgd

  • Góða innleiðslu og upplæring í bæði reingerðarmannagongdini og í smásølu

 

Arbeiðstíðir:

· Mánadag - fríggjadag

· Kl 08:00 - 14:00

Løn:

Lønt verður sambært HAK

Soleiðis søkir tú:

Umsókn skal sendast til burn@burn.fo, og viðmerkjast "Reingerð – Tórshavn".
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?

Set teg í samband við: Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, HR-leiðari +298 29 99 02 aslaleila@burn.fo