Melda til her Byrjar 2. Juli 2020
Baby Burn:
Er ein liðtími fyri mammuna ið ynskir at stramma upp og styrkja seg eftir barnsburð. Venjingarnar eru lagdar til rættis soleiðis, at tær kunnu gerast saman við, ella uttan pinkubarnið.
Í liðtímanum eru mammur sum eru í somu støðu sum tú, so her eru pinkubørnini als ikki í vegin. Tey kunnu vera við í venjingunum, liggja á máttu við síðuna av, ella sova í vogni í venjingarhølinum. Alt eftir tørvi. Tú hevur sjálvandi eisini møguleika at koma uttan pinkubarn.
Uppstrammandi venjingar vera gjørdar fyri allan kroppin. Serligur dentur verður lagdur á kokubotn, rygg, og búk. Vit nýta ymisk amboð og egna kropsvekt.
Tónleikurin og ljóðstøðið hóskar til barnið.
Íblástur:
Venjingin gevur íblástur til at venja heima.
Hvør kann vera við?
Pinkubarnið skal verða minst 8 vikur og í mesta lagi 10 mðr.
Hvør / um venjarin:
Saranja er sjálv mamma at tveimum børnum, og kennur alt til tíðina eftir føðing, og hvat er umráðandi at taka hædd fyri.
Við hesari vitani kann hon hjálpa tær í gongd aftur á ein skilagóðan hátt - Baby Burn er eitt gott skeið, har tú fart íblástur og amboð, ið tú kanst nýta í gerandisdegnum.
Hvør er venjari fyri Baby Burn?
Saranja Hammer
Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Venjing er hvønn hósdag kl 11:15
· Hvør venjing 55 min.
· Venjingin er í 4 vikur
Hvat er við í prísinum?
Kostnaður: 375,-
· 4 venjingar saman við venjara.
· Kostætlan, virði 399,-
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.
Royndir ið Saranja hevur:
Saranja Hammer hevur verið venjari fyri liðtímar í yvir 21 ár.
Millum annað:
· Dansi
· Zumba
· Cirkul
· Tabata
· Boksing
· Spinning
· Insanity
· Trimmara
· Aerobic