Melda til her Byrjar 7. oktober 2019  /  Skeið 2 byrjar 4. november 2019 

Baby Yoga:
Tað er sera krevjandi fyri kroppin bæði í viðgongutíðini og ikki minst eftir føðing. At bera barnið í búkinum, geva bróst og lyfta barnið krevst nógv og viðførir mangan pínu ymsa staðni; eitt nú í lendunum, nakka, ryggi og akslum...

Yoga leggur dent á andadrátt, útstrekking, gevur kroppinum hvíld og er samstundis styrkjandi og gott fyri bæði lið og vøddar.

Í baby Yoga er bæði møguligt at venja einsamøll, men eisini at hava barnið við til venjing. Tímin verður lagaður eftir, at smábørn eru til staðar, so um man verður noydd at renna út til vognin ella geva teimum eta og skifta, so er sjálvsagt møguleiki fyri tí. Í liðtímanum eru mammur sum eru í somu støðu sum tú, so her eru pinkubørnini als ikki í vegin.

Íblástur:
Venjingin gevur íblástur til at venja heima.

Hvør / um venjarin:
Rebekka er sjálv mamma at tveimum børnum og hevur sjálv hálvt ára gamalt barn vid til venjingina. Hon hevur undirvist i yoga i 2 ár, undirvisir yoga i Burn og tekur samstundir skeið innan yoga i løtuni.

Hvør er Yoga venjarin?
Rebekka Á Neystabø

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Venjing er mánadag  kl 11:00
· Hvør venjing er 60 min.
· Venjingin er í 4 vikur

Hvat er við í prísinum?
Kostnaður: 395,-
· 4 venjingar saman við venjara.
· Kostætlan, virði 399,-
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.

Fyri at fáa tína kostætlan:
- Rebekka koyrir teg á persónsvektina
- Skriva ein mail til elsamaria@burn.fo viðmerk "Yoga kostætlan"
- Tú fært tína kostætlan senda sum ein PDF fíl á tín teldupost