Baby Yoga:
Tað er sera krevjandi fyri kroppin bæði í viðgongutíðini og ikki minst eftir føðing. At bera barnið í búkinum, geva bróst og lyfta barnið krevst nógv og viðførir mangan pínu ymsa staðni; eitt nú í lendunum, nakka, ryggi og akslum...

Yoga leggur dent á andadrátt, útstrekking, gevur kroppinum hvíld og er samstundis styrkjandi og gott fyri bæði lið og vøddar.

Í baby Yoga er bæði møguligt at venja einsamøll, men eisini at hava barnið við til venjing. Tímin verður lagaður eftir, at smábørn eru til staðar, so um man verður noydd at renna út til vognin ella geva teimum eta og skifta, so er sjálvsagt møguleiki fyri tí. Í liðtímanum eru mammur sum eru í somu støðu sum tú, so her eru pinkubørnini als ikki í vegin.

Íblástur:
Venjingin gevur íblástur til at venja heima.

Hvør / um venjarin:
Rebekka er sjálv mamma at tveimum børnum og hevur sjálv hálvt ára gamalt barn vid til venjingina. Hon hevur undirvist i yoga i 2 ár, undirvisir yoga i Burn og tekur samstundir skeið innan yoga i løtuni.

"ALLAN DAGIN +"
Hevur tú limahaldið "ALLAN DAGIN +" er Baby Yoga íroknað.

Fyri at tryggja tær eitt pláss, skalt tú rita inn og leggja eitt pláss av til hendan tíman. Melda til á lættasta hátt við at trýsta á tann reyða knøttin, sum eitur "Rita inn," niðanfyri myndina.

Brúkari: tín teldupostur.
Loyniðorð: bleiv upplýst við upprættan av limahaldi.

GG:
Hevur tú gloymt títt loyniðorð, kanst tú ringja til Burn á
+298 299900 og fáa tað upplýst.

Vit eru at hitta hesar tíðir:
Mándag - hósdag Kl: 5:30 - 22:00
Fríggjadag Kl 5:30 - 20:00
Leygardag - sunnudag Kl: 9:00 - 20:00

UMRÁÐANDI AT BOOKA, FYRI AT TRYGGJA SÆR PLÁSS!