Keyp tímar Tú kanst keypa tær persónliga venjing við at trýsta á leinkið til vinstru.

Hvat eg leggi dent á:
Eg byrjaði at venja styrkivenjing í 2014. Eg byrjaði við einum máli um ein betri kroppsbygna og ein sterkari kropp. Eg havi tey seinastu árini sæð, hvussu venjingin hevur verið við til at geva mær meiri sjálvsálit, styrki og amboð, ið kunnu brúkast í arbeiði, fríðtíð og tí dagliga.

Sum venjari leggi eg stóran dent á teknikk, rættan kroppsburð og at venjingin skal vera eitt gott ískoyti til ein góðan, virðiligan og sunnan lívsstíl. Tað er eisini sera umráðandi fyri meg at møta tær, har tú ert og at skapa eitt gott grundarlag at byggja á.

Eg vil saman við tær arbeiða við at røkka tínum málum og altíð við tí fyri eyga, at tað skulu vera varandi broytingar. Í mínum arbeiði sum persónligur venjari vil eg geva tær neyðugu amboðini fyri at halda á fram sjálvstøðugt.

Somuleiðis gangi eg høgt uppí at kosturin stuðlar tær í venjingini og leggi dent á, at vit fáa lagt góðar vanar og skapa eitt gott og jaligt samband við kostin.

Venjing er fyri mær spennandi, avbjóðandi og mennandi bæði kropsliga og sálarliga.

Lívssøga hjá Binu:
Bina er fødd í 1992 og uppvaksin á Vatnsoyrum.

Eftir lokið HF-prógv, tók Bina útbúgving sum Fitness instruktør og persónligur venjari á Fitness Institute í Keypmannahavn.

Í november, 2017, stillaði hon upp í Bikini fitness til Burn Showdown og fekk eitt flott 4. pláss.

Hon hevur starvast í Burn Fitness síðan mai 2017.