"keyp ein mðr"   "tekna pbs"        

CROSSFIT BØRN & UNG
CrossFit BØRN & UNG er serstøk venjing til børn og ung, ið ynskja gerast sterkari, fimari og skjótari á ein stuttligan og natúrligan hátt.  

Vit hava skræddaraseymað venjingar- og rørslur við tí fyri eyga, at styrkja kroppin, styrkja um beinagrindina og økja um skjótleikan hjá børnunum. 

Undirvísingin er neyvt málrættað børnum í vøkstri, allar venjijngar verða tillagaðar til hvørt einstakt barn, og øll læra at venja skynsamt og rætt við okkara dugnaligu venjarum.

NÆSTA SKEIÐ BYRJAR 17. NOV 2020

Hvar eru venjingar hølini?
· Frants Restorff ( gamla bakaríði )
· Magnus Heinasonargøta
· 299900

Nær venja vit?
Týsdagar kl. 16:00 - 16:55
Hósdagar kl. 16:00 - 16:55

  • PRÍSUR:
    - 1. mðr 395,-
    - PBS 325,- ( pr mðr )

Hvat er PBS?
· PBS er ein fastgjaldsavtala har tú rindar 325,- fyrsta i hvørjum mðr.
· Ongin binding og kann uppsigast, tá tú ynskir!

TREYTIR:
Tá tú sigur títt PBS limahald upp, skalt tú einans minnast til at fráboða okkum áðrenn 15. í mðr fyri tú ynskir at steðga limahaldinum.

Dømi: Um tú ynskir at siga títt limahald upp 1. apríl, so skal fráboðast okkum áðrenn 15. mars á mail burn@burn.fo