"KEYP KLASSIK LIGHT HER"    Næsta skeið byrjar 5. februar 2024

Hvat er Klassik Light:
Nú bjóða vit feittknúsandi liðvenjingar í Burn Fitness Margáir.

Latið tykkum ikki lumpa av navninum, tí skeiðið er sannliga avbjóðandi og gevandi. Burn Light er ein útgáva av okkara kenda Burn Klassik á Hjalla, tilpassað til umstøður og útgerð við Margáum.

Venjingin er í Burn hølunum við Margáir. Venjingarnar eru samansetingar av ymiskum sirkulvenjingum, sum eru gevandi fyri bæði styrki og konditión.

Uppbygnaður av Klassik Light:
Vit venja saman sum lið 3 ferðir um vikuna.
Við í prísinum er ein venjingarætlan til teir dagarnar, tit vilja venja sjálvstøðugt. Eisini ber til at fáa eina Burn Klassik kostætlan, sum er sera løttt at fylgja og hevur verið sera væleydnað til vekttap í Burn Klassik.

Um luttakararnir ynskja, ber til at fylgja við vektini, feittprostenti, vøddamassa o.ø við okkara Tanita vekt. Hetta verður gjørt, tá skeiðið byrjar og endar.

Venjari: Katja Dam

Prísur:
Fyrsta skeið kostar 950,-
Eftir tað kosta skeið 750,-
GG: Limahald í fitness er íroknað 

Íroknað:
- 3 liðvenjingar um vikuna á 60 min.
- venjingarætlan til sjálvstøðuga venjing ( virði 399,- )
- Burn Klassik kostætlan - ( virði 499,- )

Nær venja vit?:

Mánakvøld kl 19:00 ( 60 min )
Mikukvøld kl 19:00 ( 60 min )
Fríggjakvøld
kl 18:00 ( 60 min )

Intro:
Fyrsta venjing í hvørjum skeiði er 90 min, av tí at kunning verður um skeiðið, venjingarnar og kost. Eisini er vektkontrol hetta fyrsta kvøldið, til tey, sum ynskja tað.