"KEYP KLASSIK LIGHT HER"    Næsta skeið byrjar 22. septembur 2026

Hvat er Klassik Light:

Feittknúsandi liðvenjingar í Burn Margáir!

Men latið tykkum ikki lumpa av navninum, tí skeiðið er sannliga avbjóðandi og gevandi. Tá vit siga "Light", so hugsa vit um, avmarkað pláss er til luttøku. Burn Light er light útgáva av okkara kendu Burn Klassik skeiðum í Havn.

Venjingin fer fram í Burn Fitness í Vestmanna, og er uppbygd sum sirkulvenjing við venjara, ið vegleiðir og stuðlar tær. Venjingarnar eru gevandi fyri bæði styrki og konditión.

 

Uppbygnaður av Klassik Light:

Vit venja saman sum lið 2 ferðir um vikuna.

Við í prísinum er ein venjingarætlan, so tú kanst venja sjálvstøðugt. Eisini ber til at fáa eina Burn Klassik kostætlan, sum er sera løttt at fylgja og hevur verið sera væleydnað til vekttap í Burn Klassik.

Um luttakararnir ynskja, ber til at fylgja við vektini, feittprostenti, vøddamassa o.ø við okkara Tanita vekt. Hetta verður gjørt, tá skeiðið byrjar og endar.

GG! Um tú longu hevur eitt Burn hald, so verður tað sett á pausu ímeðan skeiðið er

 

Venjari: Fríða Sunrið Djurhuus

Prísur:

- 650 kr stakskeið 

  • - 525 kr PBS (við fastari flyting, bindir tú teg til 3 skeið; viðmerk konto nr. tá ið tú keypir)

GG: Limahald í fitness er íroknað 

Íroknað:

- 2 liðvenjingar um vikuna á 60 min. við venjara

- Venjingarætlan til sjálvstøðuga venjing

- Burn Klassik kostætlan

Nær venja vit?:

Týskvøld kl 19:00 ( 60 min )

Hóskvøld kl 19:00 ( 60 min )

Intro:

Introfundurin er týskvøldið 22. septembur kl 18:15.
Áðrenn fyrstu venjing er intro fundur við kunning um skeiðið, venjingarnar, og kost. Eisini er vekteftirlit hetta fyrsta kvøldið, til tey, sum ynskja tað.