"KEYP KLASSIK LIGHT HER"    Næsta skeið byrjar 10. jan 2022

Hvat er Klassik Light:
Nú bjóða vit feittknúsandi liðvenjingar í Vestmanna.

Latið tykkum ikki lumpa av navninum, tí skeiðið er sannliga avbjóðandi og gevandi. Tá vit siga Light, so hugsað vit um, avmarkað pláss er til luttøku. Burn Light er light útgáva av okkara kendu Burn Klassik skeiðum í Havn.

Venjingin fer fram í Burn Fitness í Vestmanna, og er uppbygd sum sirkulvenjing. Venjingarnar eru gevandi fyri bæði styrki og konditión.

Uppbygnaður av Klassik Light:
Vit venja saman sum lið 2 ferðir um vikuna. 

Við í prísinum er ein venjingarætlan til teir dagarnar, tit ikki venja saman sum lið, men venja sjálvstøðugt. Nýggj venjingarætlan fylgir við hvørjum skeiði. Eisini ber til at fáa eina Burn Klassik kostætlan, sum er sera løttt at fylgja og hevur verið sera væleydna til vekttap í Burn Klassik.

Um luttakararnir ynskja, ber til at fylgja við vektini, feittprostenti, vøddamassa o.ø við okkara Tanita vekt. Hetta verður gjørt, tá skeiðið byrjar og endar.

Venjari: Fríða Djurhuus

Prísur:
Fyrsta skeið kostar 950,-
Eftir tað kosta skeið 750,-
GG: Limahald í fitness er íroknað 

Íroknað:
- 2 liðvenjingar um vikuna á 60 min.
- venjingarætlan til sjálvstøðuga venjing ( virði 399,- )
- Burn Klassik kostætlan - ( virði 499,- )

Nær venja vit?:
Týskvøld kl 19:00 ( 60 min )
Hóskvøld kl 19:00 ( 60 min )

GG! Legg til merkis, at dagarnir eru broyttir í november

Intro:
Fyrsta venjing í hvørjum skeiði er 90 min, av tí at kunning verður um skeiðið, venjingarnar og kost. Eisini er vektkontrol hetta fyrsta kvøldið, til tey, sum ynskja tað.