Keyp skeið her    Vit byrja 30. okt

Detox við Janu
Gev kroppinum eina høvuðsreingerð og fá meira orku!Við einum detox-kuri, hjálpa vit til við at reinsa tað keðiliga úr kroppinum. Hetta er gott til tín, sum hevur brúk fyri eini nýggjari byrjan eftir eina drúgva feriu; fyri teg, sum ynskir betri svøvn, orku og húð; ella tín, sum kanska ynskir ein "kick-start" til ein sunnari lívsstíl.

Skeiðið er í tvær vikur, har vit reinsa tað keðiliga úr kroppinum - einki sukur, einki alkohol, eingin E-evnir - bert frukt og grønmeti. Við í skeiðinum fylgir ein innkeypslisti til tað sum skal keypast, uppskriftir og eitt matarskema at fylgja. Harumframt fylgir Burn+ limahald við, so luttakarir á skeiðinum kunnu venja í Burn Fitness.

Jana hevur drúgvar royndir við Detox skeiðum, bæði á egnan kropp og sum venjari. Afturmeldingar frá hesum skeiðunum hava millum annað verið, at luttakarar hava fingið betri orku, betri svøvn, betri sodning, og penari húð - umframt, at tað hevur hjálpt uppá eksem, munandi minni gigtpínu, minni hug til søtt og vekttap.

Detox við Janu er gjørt útfrá fleiri ára royndum, soleiðis at tað er lætt at gera og tekur ikki ov langa tíð. Alt smakkar sera væl og tað ber væl til at fara til arbeiðis og taka djús/smoothie/suppu við.

Skeiðið er deilt upp í tvær vikur:
Vika 1: Smoothie og Juice
Vika 2: Smoothie, Juice, Suppa  & Salat

Avmarkað pláss:Jana ynskir at veita eina góða tænastu og vegleiðing til tey, ið luttaka, og tí er luttøkan avmarkað.

Status:Tey, ið luttaka, hava møguleika at viga seg, máta feit % og sentimetrar um miðjuna - við byrjan, eftir eina viku og at enda á hvørjum skeiði. Vektin kann minka 2-3 kg um vikuna, so hetta er ein góð byrjan til tann sum vil broyta lívsstíl.Hetta er ikki eitt krav, men eitt tilboð til tey, ið ynskja tað.

Facebook:Tú fært atgongd til ein lukkaðan facebookbólk, til stuðul og íblástur, umframt kunning o.l


Vit møtast til intro 28. okt. kl. 11.00 í Burn Fitness

· Burn Fitness í Miðbýnum
· Niels Finsensgøta 8 / Hædd 2
· luttekur tú fyri fyrstuferð, spyrt tú eftir okkara starvsfólki í móttøkuni.

Prísur: ( íroknað limahald í Burn Fitness)
· 1500 ,-

 Tól at brúka heima:
· Juice maskinu og blendara.

Samband
· jana@burn.fo
· 210021

Hvat er íroknað prísinum:
· 2 vikur skeið við Janu sum vegleiðara
· vektkontrol - fiti-test og mát
· innkeypslista, kostætlan og uppskriftir
· samskifti á facebook bólki
· íroknað limahald í Burn Fitness - Burn+

 

v/Burn+ kanst tú venja sjálvstøðugt í venjingarmiðstøðini, eins og luttaka til allar føstu liðvenjingarnar í Burn Fitness. Við Burn+ hevur tú sjálvsagt eisini atgongd til okkara spaøki, sum inniheldur gosbað og hitarúm.

Um Janu:
Jana hevur starvast innan fitness og kost síðani 1986. Hon útbúgvin økonoma og hevur starvast sum kostráðgevi, fitness instruktør, persónligur venjari og havt ymisk lívsstílskeiðir - detox o.l.

Jana leggur serligan dent á at læra hvønn einstakan at venja á rættan hátt soleiðis, at tann einstaki fær sum mest burtur úr.