Keyp skeið her Vit byrja 6. mai. 2024
Jana Ejdesgaard Thomsen:
Hvør kennir ikki Janu, sum hevur virkað fyri góðari heilsu í Føroyum seinastu 40 árini. Jana er kend fyri síni vældámdu skeiðir innan klænking og kostvegleiðing.
Í januar 2022 byrjar Jana at hava skeiðir í Burn Fitness. Tvær ferðir um vikuna verður vant við TRX Jungle Sport, Theraband, Redondobólti og styrkivenjingar við vektum.
Avmarkað pláss:
Tað verða avmarkaði pláss - 17 íalt til - hvørt skeið. Jana ynskir at veita eina góða tænastu og vegleiðing til tey, ið luttaka, og tí er luttøkan avmarkað.
Status:
Tey, ið luttaka, hava møguleika at viga seg, máta feit % og sentimetrar um miðjuna, við byrjan og enda á hvørjum skeiði.
Hetta er ikki eitt krav, men eitt tilboð til tær, ið ynskja tað.
Kosthefti:
Við í prísinum er eisini kostheftið hjá Janu, sum gevur tær íblástur til uppskriftir, sunnari kostvanar o.l.
Facebook:
Tú fært atgongd til ein lukkaðan facebookbólk, til stuðul og íblástur, umframt kunning o.l
Um FIT:
· eitt skeið til kvinnur, ið vilja koma í form
· íblástur til sunnari kostvanar
· Jana leggur stóran dent á persónliga vegleiðing
· avmarkað pláss - ( 17 pláss )
Hvar/ nær vit venja:
· Burn Fitness í Miðbýnum
· Niels Finsensgøta 8 / Hædd 2
· mánakvøld og mikukvøld kl 18:15
· luttekur tú fyri fyrstuferð, spyrt tú eftir okkara starvsfólki í móttøkuni.
Samband
· jana@burn.fo
· 210021
Prísur: ( íroknað limahald í Burn Fitness)
· skeið #1 2.295,-
· skeið #2 2.095,-
· skeið #3 1.895,-
· skeið #4 1.695,-
· skeið #5 1.495,-
· skeið #6 1.295,-
Hvat er íroknað prísinum:
· 4 vikur skeið við Janu sum venjara
· 2 liðvenjingar um vikuna á 60 min
· vektkontrol - fiti test og mát
· kosthefti frá Janu
· samskifti á facebook bólki
· íroknað limahald í Burn Fitness - Burn+
v/Burn+ kanst tú venja sjálvstøðugt í venjingarmiðstøðini, eins og luttaka til allar føstu liðvenjingarnar í Burn Fitness. Við Burn+ hevur tú sjálvsagt eisini atgongd til okkara spaøki, sum inniheldur gosbað og hitarúm.
Um Janu:
Jana hevur starvast innan fitness og kost síðani 1986. Hon útbúgvin økonoma og hevur starvast sum kostráðgevi, fitness instruktør, persónligur venjari og havt ymisk lívsstílskeiðir - detox o.l.
Jana leggur serligan dent á at læra hvønn einstakan at venja á rættan hátt soleiðis, at tann einstaki fær sum mest burtur úr.