Nú fært tú møguleikan, fyri fyrstu ferð í Føroyum, at taka eina EHFA góðkenda útbúgving.

EHFA (European Health and Fitness Association)
Nærum allar útbúgvingar til persónligan venjara krevja eina útbúgving sum fitness instruktør við EHFA góðkenning.

Ein EHFA gókend útbúgving gevur tær møguleikan at fara um allan heimin at víðka útbúgvingina frá fitness instruktør til persónligan venjara. Møguligt verður eisini at taka hesa útbúgving í Føroyum, men ikki í hesum umfarinum.


Hvussu leingi
Lesnaðurin fevnir yvir 3 vikuskiftir. Fyrstu 2 vikuskiftini er undirvísing og í 3. vikuskiftinum verður ein roynd. Undirvísingin byrjar fríggjadagin, 27. oktober. Nærri kunning verður tá um, hvussu restin av undirvísingini og royndin verður tilrættisløgd. Væntast skal, at 14 dagar ella 3 vikur ganga ímillum hvørja undirvísing og somuleiðis eisini endaligu royndina. Standa tit hesa roynd, fáa tit prógv sum Fitness Instruktørar við eini EHFA góðkenning.

 

Hvør undirvísir
Danskir fysioterapeutar, við hollum royndum innan fakið, koma heim at undirvísa. Hesir arbeiða dagliga sum fysioterapeutar og hava regluliga skeiðir og útbúgvingar av fitness instruktørum og persónligum venjarum.

Hvar er undirvísingin
Í Burn Fitness, Niels Finsensgøta 8, eru allir hugsandi hentleikar, og verða hesi hølir karmur um útbúgvingina.

 

Pensum
Í pensum eru 120 leksjónir. 50 av teimum eru ein samanseting av teori og praksis, har undirvísingin er fysisk í sentrinum - læra venjingar, rørslubanar o.a.

Á netinum finst alt pensumið, og fáa allir luttakararnir sjálvsagt atgongd til hetta.

Ein partur av pensum er eisini at læra at gera venjingarætlanir, og soleiðis fáa eina størri fatan av, hvussu venjingin skal tillagast til hvønn einstaka íðkara.

Ein óheftur fysioterapeutur verður sensor til endaligu royndina, ið inniheldur bæði teoretiskar spurningar og praktiskar venjingar.

· Freist at søkja er 6. oktober
· Skúlin byrjar fríggjadagin 27. oktober
· Undirvíst verður í BURN Fitness í Tórshavn.
· Fevnir yvir 3 vikuskiftir. 
· EHFA góðkend útbúgving.
· Kostnaðurin er kr. 14.800,-
· Depositum er á kr. 4000,-

Les meira á Europe Active www.europeactive.eu 
Ella https://www.atwork.dk/uddannelser/fitness/ 

- Melda til skúlan -

 
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við okkum á burn@burn.fo ella ring 299 900.