Grundskeið í rørslu við Rana:

Hetta grundskeiðið er ein frálæra í rørslu, sum tekur útgangsstøði í kropsins rørslumynstrum. Tað merkir, at vit ganga ígjøgnum hvussu kroppurin sjálvur rørur seg, uttan mun til hvørji øvilsi verða vand.

Endamáli við frálæruni er tí, at tú altíð veist hvussu tú kanst røra teg rætt, soleiðis at tú fært ein sterkari og sunnari kropp - lættast og rættast.

 

Venjingin verður skipað í bólki við Rana sum venjara. Skeiðið er í 3 tímar, har tit fáa frálæru í kroppsins rørslumynstrunum:

- Squat (Beinbending)
- Hinge (Hongsl)
- Gait (Gongulag)
- Rotation (Snúningur)
- Pull (Hála)
- Push (Trýst)

Prísur
695,-

Nær og hvar
Venjingin verður skipað í Burn Fitness. Vit venja leygardag frá 08.30-11.30 - við pausum.

Eftir skeiðið fær luttakarin:
- Lívslanga vitan, sum kann brúkast uttan mun til støði ella øvilsi
- Royndir í rættari rørslu
- Venjingarætlan við framhaldsmøguleiku