- GET IN SHAPE – venjingarætlanir til sjálvstøðuga venjing
Kundi tú hugsað tær at vant tá og har, sum tað passar tær? Vit bjóða nú tvey sløg av venjingarætlanum til sjálvstøðuga venjing! Ætlanirnar byggja á vælumtókta GET IN SHAPE-skeiðið.
Vel millum eina einfalda ætlan uttan amboð og uttan venjara, ella eina sergjørda ætlan við amboðum og við persónligari frálæru.
Venjingarætlanirnar leggja upp til at vant verður tríggjar ferðir um vikuna. Venjingarnar eru 12 í tali og eita eftir vikunumrunum:
Venjing 1 í viku 1 eitur “VENJING 1.1” og venjing 3 í viku 4 eitur “VENJING 3.4”.
Hvør venjing er 45-60 minuttir til longdar.
Venjingarætlanirnar kunnu endurtakast so ofta, sum tær lystir.
Einføld venjingarætlan uttan amboð og uttan undirvísing
Longd: 4 vikur
Venjingar: 12
Títtleiki: 3 venjingar/viku
Format: prentað A4-mappa
Prísur: 495 kr.
Amboð: eingi – men tað verður lagt upp til, at íðkarin hevur atgongd til renniband ella rennibreyt. Til ber at býta renning um við rógving/súkkling.
Lýsing
- · Venjingarætlan, sum byggir á vælumtókta skeiðið GET IN SHAPE.
- · Kropsrørslur uttan brúk av amboðum og uttan undirvísing.
- · Einføld at skilja og at fylgja.
- · Atgongd til bólk á FaceBook, har videobrot av øllum rørslum eru at finna.
- · Íðkarin skal hava atgongd til renniband, rennibreyt, súkklu, skíð- ella rógvimaskinu.
Persónlig venjingarætlan við amboðum og við persónligari frálæru
Longd: 4 vikur
Venjingar: 12
Títtleiki: 3 venjingar/viku
Format: prentað A4-mappa
Prísur: 1.775 – 2.175 kr.
Amboð: tað verður lagt upp til, at íðkarin hevur atgongd til væl útgjørda venjingarmiðstøð.
Lýsing
- · Venjingarætlan, sum byggir á vælumtókta skeiðið GET IN SHAPE.
- · Sergjørd ætlan til sjálvstøðuga venjing við amboðum og við persónligari frálæru.
- · 45 min. samrøða, har íðkarin greiðir frá ynskjum og málum í mun til venjing.
- · 45 min. gjøgnumgongd saman við venjara (90 minuttir, um íðkarin ikki hevur lokið GIS-skeið)*.
- · Sergjørd persónlig ætlan, sum koyrir í 4 vikur (uttan venjara).
Einføld venjingarætlan uttan amboð og uttan undirvísing
Prísur
495 kr.
Persónlig venjingarætlan við amboðum og við persónligari frálæru
Prísir
Hevur lokið GIS-skeið: 1.775 kr.
*Hevur ikki lokið GIS-skeið: 2.175 kr.
Samband
· Tel. 525900 | info@getinshape.fo