Send ein fyrispurning til burn@burn.fo og vit venda aftur sum skjótast
Jólafrokost:
Mangla tit eitt stuttligt ískoyti til jólafrokostin? Latið okkum í Burn Fitness skipa fyri eini minniligari løtu við t.d. Pole Dance, Zumba ella eina góða dansiseriu.
Ein stuttlig løta fyri øll:
Saman við okkara dugnaligu venjarum í Burn fáa tit óivað eina ógloymandi løtu til svingandi og lívligar tónar á dansigólvinum, á stepbonkinum ella svingandi runt á stongini - vit hava okkurt til øll.
Njótið okkara jacuzzi og hitarúm:
Tað ber eisini til at nýta okkara umklæðing, brúsur, jacuzzi og hitarúm, um hugur er til tess. Vit garantera, at alt vertskapið kemur í rættiligt veitsluhýri.
Jólafrokost út av húsinum:
Ynskja tit okkara undirhaldandi tænastu aðrastaðni enn í Burn hølinum, bjóða vit eisini jólafrokost út av húsinum. Her, á heimasíðu okkara, ber til bóka ein venjara til ein jólafrokost.
Vit gleða okkum til nógvan látur.
Hvør er venjari?
Barba Jansdóttir, undirvísir í Poledance
Nathalie Agyekum, undirvísir í Zumba og step
Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Tíðspunktið verður avtalað við venjaran
· Jólafrokosturin kann ganga fyri seg í hølinum hjá Burn, ella kann venjarin bíleggjast út av húsinum.
Send okkum ein fyrispurning um jólafrokost á burn@burn.fo og vit venda aftur sum skjótast!