Keyp tímar Tú kanst keypa tær persónliga venjing við at trýsta á leinkið til vinstru.
Hvat eg leggi dent á:
”Rørsla, kostur og hvíld, eru lyklar til eina góða heilsu; og við persónligum royndum, hvussu hesi 3 saman, hava hjálpt mær og fleiri øðrum, móti kroniskar pínu og sjúku, havi eg sett mær fyri, at hjálpa teimum ið ynskja, til ein betri gerandisdag.
Eg leggi dent á, at venjingin skal verða funktionel, soleiðis, at hon er gagnlig fyri gerandisdagin, og tískil verður venjingin eisini tillaga tínum persónligu tørvum.
Har viljin er fyri hendi, ber alt til; so við motivatión, at verða málrættað/ur, finna tína rørslu gleði, byggja upp rættan kropsburð, og læra rættan rørslu hátt, fært tú eitt sterkt grundarlag fyri, at venjingin gevur varandi úrslit – sagt í øðrum orðum:
Tú skalt vita hvat tú vilt, tú skalt tíma tað, og tú skalt gera tað rætt – Tað skal verða stuttligt, og gott, at røra seg; og man skal eisini kunna njóta lívið við tí, í har til hoyrir. Tú ert vælkomin at fáa eitt óbindandi prát um, hvørjir møguleikarnir eru – eg gleði meg at hoyra frá tær”.
Lívssøga hjá Jónu:
Jóna er fødd í 1989, og er úr Vatnsoyrum. Henni dámar avbera væl náttúruna, at knæbóndast og rørslu.
Við einum stórum áhuga fyri rørslu, venjing og frálæru, hevur hon arbeitt við venjing og frálæru í rúmliga 10 ár, og nomi sær útbúgvingar innan faki.
Hon er útbúgvin Ferðaleiðari, Bachelor of Science sum Ríðilæri og Rossavenjari, er Yogalærari, TRXvenjari, Fitness Instruktør og EHFA góðkendur Persónligur Venjari, er Fysiurgiskur Massør og Sportbehandlari. Harafturat er hon undir útbúgving, sum Kostráðgevi.
Síðan 2015 hevur Jóna, bæði vant og undirvíst nógv í Hatha Yoga, sum er kropslig venjing, og var tað har, at áhugin fyri rørslu og heilsu, veruliga vaknaði.