Hvar byrja vit:
Ert tú áhugað/ur at byrja Kickstart, kanst tú senda mær ein mail á berg@burn.fo.
Viðmerk títt tlf nr. í mailin soleiðis, at vit kunnu tosa saman um
kostvanar, dagliga rørslu, arbeiði, svøvn, møguligar skaðar o.l.

Út frá hesi samrøðu geri eg tær eina venjingarætlan og eina kostætlan. Eisini ber til at fáa góð kostráð í samband við venjing, um man ikki ynskir at fylgja eini kostætlan. 

Persónlig venjing:
Vit venja saman 3 ferðir, har vit gjøgnumganga venjingarætlanina, og tú lærir at venja rætt og sjálvstøðugt. Tú venur sjálvandi hesar tímarnar, meðan eg vegleiði og rætti teg.

Venjingarætlan:
Venjingarætlanin verður sergjørd til tín. Tað skal skiljast sum, at eg leggi tíð og orku í at framleiða nakað persónligt til tín. Venjingarnar eru á tínum støði, ímun til aldur, kyn, royndum o.a.
Eg taki sjálvandi eisini hædd fyri møguligum skaðum og/ella veikleikum.

Kostur:
Eg geri tær eina sergjørda kostætlan. Eg syrgi fyri, at samansetingin av eggjahvítaevni, kolvætu og fiti er persónliga útroknað til tín, annahvørt tað er at byggja vøddar ella at missa feitt.

Hetta verður roknað út frá tínum arbeiði, svøvni, hædd, vekt, kyni, venjing, o.l. Tú fært enntá møguleikan at ráða eitt sindur yvir, hvørjar rávørur koma í kostætlanina.

Lýsing av Kickstart:
Kickstart 2021 er til tín, ið ynskir at koma skjótt í gongd, uttan at binda seg til eitt longri tíðarskeið.

Hvat er íroknað prísinum:
- Sergjørd venjingarætlan
- Licens til Burn appina / har ætlanin er á
- 3 PT tímar - upplæring av venjingarætlan
- Sergjørt kostætlan ella ráðgeving

Kanna títt útgangsstøði:
Verður loggað á Burn appina:
- vekt
- feitt%
- vøddar
- cm

Við byrjan og eitt annað dato eftir ynski.

Prísur er 1.965,-
GG: Limahald í fitness er ikki íroknað

Booka eina tíð til samrøðu:   Ynskir tú eitt pláss, kanst tú booka tær eina tíð til samrøðu. Tað gert tú við at senda mær ein mail á berg@burn.fo