Súla #1 - Klassik venjingar:
Tær navnframu venjingarnar eru sjálvsagt ein týðandi súla undir Klassik konseptinum. Vit venja saman í 1 tíma, mánadag, mikudag og fríggjadag. 1 tími er nóg mikið, tí hann er sera effektivur.

Eg havi ymiskar tíðir á degnum, har møguleiki er at venja. Tú velur tær eina fasta tíð, men tó ber til at tillaga tíðirnar sohvørt, um tú t.d arbeiðir í skiftisvaktum.

Tað er umráðandi, at ongin spilltíð er í hesum tímanum, t.v.s at vit byrja stundisliga.

Súla #2 - Cardio venjingar:
Teir dagar, vit ikki venja, er umráðandi, at vit røra okkum kortini. Tá er 60 min. gongutúrur, svimjing, renning ella onnur íðkan eftir egnum ynski á skránni.

At ganga í fjallalendi er sera gott fyri vøddar og liðir, samstundis sum tú brennir nógva orku.

Mælt verður IKKI til at renna, um tú ikki ert von/vanur við hetta ella vigar ov nógv, vegna vandanum fyri skaða í knø, skinnabein e.a

Sunnudag hvíla vit heilt, soleiðis kroppurin kann byggja seg uppaftur til næstu vikuna.

Súla #3 - Kostur:
Mínar royndir hava lært meg ein óvikaligan sannleika: stýra vit ikki inntøkuna av kalorium í mun til tað, vit brenna, lætna vit ikki eitt gramm!

Er títt endamál at lætna nøkur kilo ella byggja vøddar, koma vit ikki langt uttan skilagóða kostvanar. 3. og seinasta súlan í konseptinum, ynskir at stuðla undir heilsugóðar vanar í dagligdegnum.

Burn kostætlanin er sera fjølbroytt, so tú kanst gera mat til alla familjuna. Hon inniheldur allan vanligan mat, eisini hópin av føroyskum mati.

Við hesum sleppur tú undan at keypa serligar vørur, men kanst nýta vanligar vørur, sum tú longu hevur í køkinum.
GG: Kostætlanina kanst tú taka niður á facebook- bólkinum.

Logga á

Fyri at fáa avsláttur sum afturvendandi kundi, er neyðugt at rita inn við telduposti og loyniorði.

Tá tú hevur ritað inn, minnist skipanin hvussu nógvum skeiðum, tú hevur veri á, og rættar prísin til tín.

Brúkaranavn:
Hetta er tín telduposturin, tú hevur uppgivið, tá tú keypti títt fyrsta skeið. Soleiðis er teldupostur altíð títt brúkara navn.

Loyniorði:
Hetta er somuleiðis tað loyniorðið, tú valdi tær, tá tú keypti skeið fyrstuferð. Tá tú hevur skrivað teldupostin sum brúkara navn, umframt títt loyniorð, trýstir tú á rita inn niðast til høgru.

Minst til mín:
Um tú velur at seta flugu bein í hetta feltið, ert tú áhaldandi innritaður í skipanina, og soleiðis kann tað verða lættari fyri teg næstuferð.

Hjálp:
Um tú hevur trupulleikar at rita inn, um annahvørt teldupostur ella loyniorð er skeivt, kanst tú trýsta á hjálp ovast til høgru.

Gloymt loyniorð
Um tú hevur gloymt títt loyniorð, kanst tú trýsta á gloymt loynið orð niðast til høgru. Vit senda tær tá eitt nýtt loynirorð á tín teldupost. Hetta loyniorðið fært tú broytt til eina og hvørja tíð sjálv/sjálvur.

Burn Klassik

31. august

800,00 kr.2.200,00 kr.

Burn Klassik skeið í 4 vikur

*

*

Clear
SKU: klassik-2020-08-03-1 Category:
Burn Klassik

28. september

800,00 kr.2.200,00 kr.

Burn Klassik skeið í 4 vikur

*

*

Clear
SKU: klassik-2020-08-03-1-1 Category:
Burn Klassik

26. oktober

800,00 kr.2.200,00 kr.

Burn Klassik skeið í 4 vikur

*

*

Clear
SKU: klassik-2020-08-03-1-1-1 Category:
Burn Klassik

23. november

800,00 kr.2.200,00 kr.

Burn Klassik skeið í 4 vikur

*

*

Clear
SKU: klassik-2020-08-03-1-1-1-1 Category:

Kontakt

Hevur tú spurningar um eitthvørt sum, tú ikki finnur her á síðuni, kanst tú venda tær til okkara kontakt persón.

Elsa Maria Dam Kongslíð

Telefon: +298 299900

Teldupostur: elsamaria@burn.fo