“Áðrenn eg visti av, var eg 12 kg lættari” ?
Burn Klassik riggar ?

Eftir at hava verið sera ómotiverað í fleiri ár, mátti okkurt henda! Tá so dótturin hevði meldað meg til eina klassik kapping hjá Burn, bleiv eg sera fegin um at sleppa at luttaka!

16 vikur við nógvum áhugaverdum og hørðum venjingum uppi á Hjalla, ein sera einføld matætlan, sum eg var mett av allatíðina (kanska ov mett). Venjingin gekk væl, sera fitt starvsfólk, sum vóru ímillum okkum við vegleiðingum allatíðina.

Undir venjing gekk tíðin sera skjott, og ádrenn eg visti av, var eg 12 kg lættari! ?

At vera í einum felagsskapi í einari umfatandi heilsukanning var sera motiverandi fyri meg. Eg havi CTD, og tí var eg sera áhugað í at vita, um eg kundi betra um mína heilsustøðu. Løturnar, tá vit vórðu testaði, vóru sera spennandi, og vit tosaðu nógv í felag um okkara tøl.

Alt í alt vil eg viðmæla øllum at royna Burn Klassik. Eg havi aldrin følt mína heilsustøðu so góða, sum tá eg vandi uppá tað mesta í Burn Klassik

Takk fyri, at eg slapp at vera við! ?

Sunneva Thorsteinsson