🔥 16 vikur, - 16 kg og - 114 cm 🔥

Eg sá, at Berg lýsti við eini gransking av Burn Klassik og hugsaði, at hetta var akkurát tað, sum skuldi til, fyri at koma í gongd aftur við venjing aftan á tríggjar tættar barnsburðir.

Eg var nervøs, tí eg var í barnsburðarfarloyvi, gav bróst og visti ikki, um eg fór at megna at venja so hart og eta eftir kostætlan

Men skjótt fann eg útav, at hetta var akkurát nakað fyri meg. Eg tillagaði venjingina, eftir tí eg megnaði, og kostætlanin var løtt at fylgja.

Sum vikurnar gingu, kiloini og cm raplaðu av, og eg orkaði betur og betur at venja, glaðari gjørdist eg fyri Burn Klassik og kostætlanina.

Fyri meg var tað sera umráðandi, at eg alla tíð hevði meg sjálva við, var glað um venjingina og at fylgja kostætlanini.

Tað havi eg verið, og enn er kostætlanin grundarlagið undir tí eg eti.

Vanja Oliversdóttir