Melda til her Nýggj skipan - nú keypir tú 5 klipp og kanst brúka tey, sum tú hevur hug. GG: Tó er haldførið á teimum 3 mðr.
Klassik Junior:
Eftir áheitan frá sera nógvum foreldrum, hava vit nú gjørt ein tíma, har foreldur kunnu venja saman við sínum børnum.
Venjingin skal vera stuttlig og gevandi fyri børn og foreldur, og tí er upplagt, at venjingin fer fram á Hjalla - Burn Klassik Junior
Endamálið er at aktivera børnini soleiðis, at tey brenna eina rúgvu av orku, samstundis sum at hava tað stuttligt saman. Venjingin er bæði fyri foreldur og børn - tað merkir, at foreldrini ikki skulu vera passivir áskoðarar, men venja saman við sínum børnum.
Venjingarnar verða einkultar og stuttligar fyri børnini, tí samstundis, sum tey skulu røra seg, sleppa tey eisini at sita í, meðan mamma ella babba hála, skumpa og annað 🙂
Við í hesum skeiðinum, fylgir ein sera fjølbroytt kostætlan. Kostætlanin umfatar allar vanligar gerandismatvørur, sum gera hana lætta hjá allari familjuni at fylgja.
Eftir hetta Klassik Junior skeiðið, hevur familjan fingið sunnar og heilsugóðar kostvanar, uttan stórvegis hóvasták. Tað er altíð lættari at koma á mál, tá øll familjan er saman um broytingarnar.
Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Stað: á Hjalla - Tórshavn.
· Nær: hósdagar kl 18:00
· Tíð: 60 min.
· Longd á skeiði: Tú hevur 5 klipp yvir 3 mðr
Hvat er við í prísinum?
· Prísurin er fyri eitt barn og ein vaksnan í 5 venjingar.
· Facebookbólkur til spurningar
· Kostætlan
GG: - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað.
Hjá foreldrum at vita:
Hettar er eitt skeið, sum er gjørt til, at foreldur venja saman við sínum barni/børnum. Tað merkir, at børnini ikki skulu venja sjálvi. Eitt foreldur má vera við til hvørja venjing, saman við barninum.
Um tú sum foreldur metur at títt barn er sjálvstøðugt og er 12 ár, er møguligt at gera avtalu við venjaran um at barni venur sjálvt.
Skeiðið er tilætlað børnum í aldrinum 9 ár til og við 14 ár.
GG: Tó kunnu frávik gerast við avtalu.