Klassik venjari?
Vilt tú hjálpa øðrum við at fáa ein sunnari lívsstíl, venjingargleði og verða partur av Klassik toyminum? So er tað tær, vit leita eftir sum Burn Klassik venjara!
Hvørji eru vit?
Burn Fitness er eitt lívligt og spennandi fitness univers! Vit hava eitt positivt og mennandi umhvørvi við góðum samanhaldi.
Tínar uppgávur
Sum Klassik starvsfólk hevur tú ábyrgd av at Klassik tímin koyrir, sum hann skal – at útgerðin er á rætta stað, at klokkan er tendrað, at tónleikurin spælir, og at tú annars ert til reiðar at hjálpa Klassik kundunum.
Tað er ikki neyðugt at hava royndir í at undirvísa øðrum í venjing, tí tú fært góða upplæring frá Klassik toyminum.
Arbeiðstíðir:
· Mánadag - Mikudag - Fríggjadag
· Kl 06:53 - 07:53 og/ella aðruhvørjaviku kl 15:00-19:00.
Løn:
Løn er sambært avtalu
Hvar skalt tú senda umsóknina:
Send teldupost til berg@burn.fo við evninum "Klassik venjari"
Skriva eitt sindur um teg, royndir og líknandi.
Freistin at søkja er leygardagin 25. oktober.