Hvat leggi eg dent á:
Fyri meg er at eta sunt og at vera fysiskt aktiv ikki ein kurur, men ein lívsstílur! Tí gangi eg høgt uppí, at eg finni tær eina haldbara loysn til tína lívstílsbroyting.

Hevur tú roynt at fingið ein sunnari lívsstíl, men tað ikki er eydnast? So hevur tú óivað gagn av einum tíðarskeiði við persónligari venjing, vegleiðing og ráðgeving.

Við mínum royndum innan venjing og kost, trúgvi eg ikki uppá eina one fits all loysn. Eg ynski, at eitt tíðarskeið saman við mær skal verða ein lívsstílsbroyting, sum tú eisini klárar at halda, eftir at tíðarskeiðið er endað. Eg ynski at hjálap tær at finna júst tey røttu amboðoini til tín at røkka tínum málum.

Eg eri tilreiðar at hjálpa óroyndum sum royndum, um endamálið er at missa feitt, byggja vøddar, endurvenjing, betra konditón, fáa ein sunnari lívsstíl, ella okkurt heilt annað. Velur tú meg sum tín persónliga venjara, vil eg fylgja tær í gjøgnum alt tíðarskeiðið, og gera tillagingar so hvørt, eftir tørvi. Við hesi arbeiðsgongdini, kann eg vissa tær í, at úrslitini fara at vísa seg.  

Kostur:
Kostur er týdningarmikil, tá tosað verður um heilsu - óansæð, hvat mál tú hevur sett tær. Við røttum kosti verður, tú betur fyri, fært meiri orku og verður betur fyri sálarliga.

Ein kostætlan nýtist ikki bert at vera brokkoli og gularøtur. Tað er loyvt at eta alt - bert við máta.

Vit kunnu lættliga finna pláss til tín at eta søtar sakir, um tú dagliga etur sunnan og fjølbroyttan mat.

Á henda hátt, verður hetta ein haldbar loysn.

Samtala:
Vit taka eina samtalu, har eg seti tær eina kostætlan saman. Tú fært eina samanseting av protein, feitti, kolvætu, vitaminum og mineralum, ið er roknað út júst til tín tørv og títt endamál. Til hvørja máltíð, hevur tú fleiri valmøguleikar, so tú ikki skalt eta tað sama hvønn dag.

Prísur:
Ein sergjørd kostætlan kostar 1.500,-

Íroknað í prísinum er ein telefonsamrøða, har vit tosa um, hvussu kostætlanin hevur riggað til tín, og um møguligar broytingar skulu gerast, osfr.

Eyka Serligt Modul:
Umframt útbúgving sum persónligur venjari og kostvegleiðari á Fitness Institute í Keypmannahavn, havi eg valt at taka eitt special modul innan børn og yvirvekt.

Eg havi tí eisini sera góðar førleikar og stóran áhuga í at arbeiða við børnum og ungum, sum stríðast við yvirvekt.