Liðtímar

Mánadagur
18-10-2021
12:30
NB fysioterapi
Salur
Durita R
210 min
0/1
16:30
Team Rynkeby
Salur
Administration
60 min
0/30
18:00
Kettle Burn
Salur
Ragnhild I
45 min
8/16
Týsdagur
19-10-2021
06:15
Get In Shape
Salur
Administration
60 min
0/0
08:30
NB fysioterapi
Salur
Durita R
450 min
0/1
16:00
Súkklufelagið
Salur
Administration
60 min
0/26
17:00
Spinning
Salur
Lív E
60 min
9/29
19:05
Get In Shape
Salur
Administration
60 min
0/0
20:10
Get In Shape
Salur
Administration
60 min
0/0
Mikudagur
20-10-2021
16:30
Team Rynkeby
Salur
Administration
60 min
0/30
18:00
Body Burn
Salur
Saranja H
60 min
8/20
19:00
Yoga
Salur
Mai H
60 min
6/20
Hósdagur
21-10-2021
06:15
Get In Shape
Salur
Administration
60 min
0/0
08:00
NB fysioterapi
Salur
Durita R
480 min
0/1
17:15
Booty Burn
Salur
Ragnhild I
45 min
2/20
19:05
Get In Shape
Salur
Administration
60 min
0/0
20:10
Get In Shape
Salur
Administration
60 min
0/0
Fríggjadagur
22-10-2021
06:00
Spinning
Salur
Una S
45 min
2/29
08:30
NB fysioterapi
Salur
Durita R
450 min
0/1
16:30
Get In Shape
Salur
Administration
60 min
0/0
17:45
Team Rynkeby
Salur
Administration
75 min
0/30
Leygardagur
23-10-2021
09:00
Súkklufelagið
Salur
Administration
45 min
0/26
10:00
Burn Mix
Salur
Administration
60 min
0/20
Pole Dance
Salur
Barba J

Holdet starter:
30-10-2021

Leigutími
Salur
Administration

Holdet starter:
30-10-2021

Sunnudagur
24-10-2021

Liðtímar

Úrslitagóð venjing saman við burn liðinstruktørum

BURN-SIRKUL
Tímin leggur dent á vøddastyrkju og treysti. Fyrimunurin við sirkulvenjing er, at tú fært vant allan kroppin í ein tíma. Somuleiðis gevur samspælið ímillum styrki og konditión eina skilagóða heildarvenjing fyri kroppin. Egin kropsvekt og amboð verða nýtt.

FAT BURNER
Venjing, har útgangsstøðið er venjing við egnari kropsvekt. Venjingin er samansett við konditións-, úthaldnis- og styrkivenjingum, ið eru við til at bøta um konditiónina, kropsstyrkina og tónar kroppin samstundis. Onkur amboð verða nýtt. Venjingin er skipað í intervallum og skift verður ímillum 2 sløg av venjingum, t.d. konditión og styrki. Endamálið er at fáa úrslitagóða heilkroppsvenjing.

BIKINI BURN
Ein tími, har tú lærir grundleggjandi styrkivenjing. Styrkivenjing økir um kropsforbrenningina og ávirkar tí feittforbrenningina í kroppinum samstundis. Høg forbrenning førir við sær, at kroppurin minkar um fitievnið í kroppinum, og vøddarnir blíva tí lætt tónaðir. Útgangsstøðið er at venja allan kroppin við vektum. Løtt upphiting er við í tímanum. Endamálið er at blíva sterkari og at fáa flottari formar.

BOOTY BURN
Ein klassikur "trimmari", sum gevur kroppinum avbjóðandi venjingar, ið menna og bøta um fleksibilitet, styrki og úthaldni. Ein sera effektivur tími, ið gevur grundarlag til góða venjing og teknikk. Tímin hóskar seg til øll og venjingin er hørð, fjølbroytt og gevandi.

BOKSING
Ein tími til tín, ið sóknast eftir avbjóðingum innan styrki og úthaldandi venjing. Hetta er ein harður tími við høgum intensiteti, ið serliga rakar kropskjarnuna. Tímin er samasettur av slag-, styrki-, búk-, rygg- og konditiónsvenjingum. Amboð, so sum sandsekkir, boksihandskar, pletthandskar og hoppibond, verða nýtt. Instruktørurin gevur tær motivatión, so tú pressar teg undir allari venjingini, og somuleiðis tryggjar tær eina úrslitagóða venjing.

BURN SPINNING
Ein konditiónsvenjing, ið tryggjar tær eina høga kaloriuforbrenning. Instruktørurin leggur lag á við ymsikum venjingarætlaninum, har ferðin og tyngdin/mótstøðan er ymisk. Tó kann tyngdin/mótstøðan á súkklunum stýrast hvør fyri sær, og tí hóskar hesin tímin til øll. Tónleikurin setur eisini sítt dám á tíman og ger tað hugaligari at spinna. Súkklan, ferðin og intensiteturin eru amboðini til tíman, og eru við til at bøta um konditiónina, gevur úthaldni og tónar beinini. Súkklurnar eru av merkinum Tomahawk, ið hevur vunnið viðurslønir fyri kvalitet.

BURN REMIX
Ymiskir instruktørar fara at seta dám á tíman og harav navnið “REMIX”. Øll, ið hava BURN limaskap kunnu luttaka, umframt tey, ið hava klippikort.

PILATES
Ein umtóktur venjingarháttur, sum ger vøddarnar langar og fimar og harumframt ger kroppin fastan. Venjingin er samansett við strekkirørslum og styrki við egnari kropsvekt, og er andadrátturin eisini ein týðandi partur. Útgangsstøðið er kropskjarnan, har djúpu búk- og ryggvøddarnir eru, og tí roynist venjingarhátturin væl, um tú vilt bøta um kropsburðin og javnvágina í øllum likaminum. Harumframt verður kroppurin bæði sterkari og betur útstrektur.

KETTLE BURN
Um tú hevur hug at royna eina øðrvísi og spennandi venjing, so er KETTLE BURN júst tímin. Ein spildurnýggjur tími við alskyns sløg av venjinum við kettlebells. Venjingin fevnir um bæði styrki og sýruvenjing. Allir vøddar verða vandir, men venjingin rakar serliga kropskjarnuna. Instruktørurin er danmarksmeistari í kettlebells og hevur tí góðar royndir at venja við kettlebells.

BURN POWER
Fleiri ymiskar venjingar í einum tíma. Endamálið er at venja allan kroppin við hópin av amboðum, so tú fært eina úrslitagóða heilkropsvenjing. Útgangsstøðið er sirkulvenjing, tó verður ikki vant í postum. Tímin bøtir um heilsustøðuna, tú fært betri konditión, tónaðar vøddar, blívur sterkari samstundis við at tú fært betri orku, og harav navnið Burn “Power”.