
HR OG LOGISTIK SAMSKIPARI TIL BURN SAMTAKIÐ
Hevur tú góðar samskiftisførleikar, og trívist tú í einum starvi við nógvum bóltum flúgvandi í luftini í senn? Íðan, so er tað møguliga tær, vit leita eftir at skipa dagliga arbeiðið í Burn Fitness
Um starvið:
Vit leita eftir einum ábyrgdarfullum starvsfólki at taka sær av dagliga rakstrinum í øllum fýra venjingar-miðstøðunum.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og í høvuðsheitum er talan um:
- viðlíkahald og dagføring av skipanum
- menna og seta nýggjar mannagongdir í verk
- starvsfólkaumsiting
- samskipan millum venjingarmiðstøðirnar
- logistiskt arbeiði
- kundatænasta
- innanhýsis kunning
- umsita heimasíðu
Og annars verður tú við til at tryggja, at allar funktiónir í venjingarmiðstøðunum koyra væl.
Um teg:
Vit vænta at tú:
- ert skipað/ur
- megnar at hava nógvar bóltar í luftinii í senn og trívist við skiftandi uppgávum
- ert ábyrdarfull/ur og røkin
- hevur góðar samskiftis- og samstarvsførleikar
- hevur royndir sum leiðari tó uttan at vera eitt krav
- ert fyrikomandi og tænastuførur
- hevur góðar telduførleikar
Vit bjóða:
Sum samskipari í Burn kunnu vit bjóða tær.
- eitt spennandi og avbjóðandi starv í einari vaksandi fyritøku
- fjølbroyttar arbeiðsdagar
- møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
- eitt livandi og virkið arbeiðsumhvørvi
Løn og setanartreytir:
Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl 8:00 - 15:00.
Tó er møguleiki at flexa eftir avtalu.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Setanarøki er í Burn Fitness í miðbýnum.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúðnaði.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum eina umsókn við CV og møguligum viðmælum til berg@burn.fo
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Berg, stjóra á tlf +298 299901
Umsóknarfreistin er sunnudagin 9. mars 2025
Um Burn Fitness:
Burn Fitness er ein luksus venjingarmiðstøð, ið bjóðar eitt breitt úrval av venjingar møguleikum.
Vit bjóða fleiri ymisk skeið og persónliga venjing til okkara kundar. Umframt hetta hava vit ein handil, ið selur kost ískoytið.
Vit hava 4 venjingarmiðstøðir runt um í landinum:
- Burn Fitness í Tórshavn
- Burn Fitness í Vestmanna
- Burn Fitness við Margáir
- Burn Klassik á Berjabrekku 1
Vit stremba eftir at hava rein og ruddulig hølir við tí bestu venjingar útgerðini! Vit hava bara hágóðsku útgerð av merkjum sum Hammer Strength, Life Fitness, Eleiko og Rogue.
Hetta avspeglar eisini visiónina hjá okkum um at vera tann førandi venjingarmiðstøðin í landinum.