Keyp skeið her  vit byrja 17. jan 

Pilates

Pilates er ein mildur venjingarháttur, sum styrkir og strekkir teir smáu og stóru vøddarnir. Tað ger teg bæði sterkari, smidligari og gevur tær eina betri balansu.

Pilates økir um kroppstilvitanina og týdningin av einum røttum kropsburði. Í tímunum venja vit allan kroppin. Vit leggja serliga dent á at styrkja ryggin, lendarnar og búkvøddar, sum millum annað er gott fyri stívan rygg og fyri pínu í ryggi og lendum.

Andadrátturin er ein náttúrligur partur av pilates og hetta gevur tær eina betri javnvág ímillum kropp og sinn, og er við til at fyribyrgja strongd. Pilates stendur seg væl sum venjing fyri seg og er eisini sera væl egna afturat øðrum ítróttagreinum.

Hvør tími endar við avspenning i uml. 5 min.

Katrin Vang
Katrin hevur vant Pilates í fleiri ár og valdi síðani at taka prógv sum Pilates instruktør.
Hon hevur síðani 2021 undirvíst í Pilates og kemur nú at bjóða skeið í Pilates í Burn Fitness

 

BYRJUNAR TILBOÐ 4 VIKUR
Vanligur prísur 949,-
Byrjunartilboð 795,-

Hvør er venjari í Pilates?
Katrin Vang

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn
· Týsdag kl. 20.30 - 21.30
· Hósdag kl. 15.30 - 16.25
· Venjingin er í 4 vikur

Næsta skeið verður 17. januar

GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.